Sunday, November 17, 2013

This, like Orange

Jóhan Martin Christiansen: This, like Orange. Ólavsøkuframsýning

Eg havi altíð elskað hesa árstíðina og ikki minst nú vit búgva eitt so mikið veðurgott stað, at eg ongantíð av álvara eri ørkymlað um húsini halda. Men umframt vind, myrkur og illveður er henda tíðin eisini merkt av, at vit hyggja aftur á árið, sum fór og tað er av einari ella aðrari orsøk akkurát eg. Eg lurti eftir sendingum um árið, ið fór, og eg lesi øll bløð, eg kann fáa hendur á um brátt farna ár. Eg veit ikki hví, men hetta veitir mær miklan tilveruligan ugga á hvørjum ári, kanska av illusiónini, at eg eina stutta stund fasthaldi og yvirskoði tað, sum alla tíðina flytur seg undan mær. Vit eru farnar í holtur við tíðarritið Listin 2013, sum er á tremur við tilfari úr hesum Harrans ári og tað er altso herligt at síggja hvussu nógv hendi í ár og at so óluksáliga skjótt gongur tíðin heldur ikki. Eg havi aftur í ár fingið nógvar fantastiskar listaupplivingar og eg havi enntá havt heiðurin av at fyrireika summar teirra sjálv. Ein framsýning, sum eg var serliga glað fyri at kuratera í ár, var Ólavsøkuframsýningin 2013, sum sambært Listafelagnum 1900 fólk sóu. Summi vóru ovfarin av varierandi støðinum, men tað var partur av grundkonseptinum við hesi framsýning. Eitt av verkunum, sum stendur sterkt í minni mínum um árið ið fór, var við á Ólavsøkuframsýningini. Tað er tekstilverkið This, like Orange hjá Jóhan Martin Christiansen, sum saman við tveimum øðrum tekstilverkum hekk á endavegginum aftan fyri eini av teimum originalu og stillisliga talandi húsastandmyndunum hjá Hanna Bjartalíð. Verkini hjá Jóhan Martin Christiansen eru ofta fevnd av persónligum kenslum og minnum, sum eg sum áskoðari kanska ikki kenni. Allíkavæl hómi eg tey ella kann gera mær míni egnu. Samanrenningin millum stórbært og lítisvert, millum geometri og rukkuta tilvild hugtekur áskoðarin, sum kanska fær fleirræddað hugasamband til fløgg ella politiskar bannarar og heimaseymaðan hugna. Eg fekk í hvussu so er nógv burtur úr verkinum og gleðist yvir, at Jóhan Martin Christiansen fer at hava eina framsýning í Steinprenti í september næsta ár næsta heyst. Men áðrenn tað fer hann í februar 2014 at hava sína MFA endaframsýning í sambandi við lokna útbúgving á kunstakademinum í Malmö. 






(KP)