Nú gartera tey í Føroyahúsinum á Vesterbrogade og tað er ikki hvatsumhelst, tey hava í hondunum. Tað eru listaverk hjá einum av okkara mest serstøku listafólkum, Øssuri Johannesen, sum verða hongd upp. Fleiri av verkunum vóru við á framsýning í Norðurlandahúsinum, sum eg kurateraði, so eg kenni tey og kann tessvegna viðmæla framsýningina, sum í skrivandi stund verður sett upp í Føroyahúsinum og sum letur upp í morgin klokkan trý. Fyrireikararnir skriva í meyli: "Allar myndirnnar eru pakkaðar út, summar hongdar upp. Úr hátalarunum ljóðar fyndiga røddin hjá Øssi, hann sigur okkum søgur um fólk hann hevur hitt á skuggasíðuni. Hetta er forkunnugt og hugnaligt at luttaka í. K.h. Edmund, Rosa, Annika, Marianna, Hjarvil og Petur". Vit ynskja teimum góðan arbeiðshug og hjartans góða eydnu við framsýningini og halda so við, at um vit skulu hava undirsjóvartunnil til Sandoyar og Suðuroyar er eingin grund til at steðga har, nei hví ikki føra hann víðari til danska høvuðsstaðin, tí so høvdu vit av sonnum fari okkum ein svipp í Føroyahúsið í morgin, tað er vist!
(KP)