Atlantic, cola, sex og celsius eru orð, sum koma uttan úr heimi, men sum hvønn dag verða brúkt á føroyskum. Hetta verður ikki broytt við nýggja tilmælinum frá málráðnum, sum ynskir at halda fast í núverandi tvístøðuni við einum ideal-stavraðið, sum í roynd og veru ikki avspeglar praksis. Tað heldur ein minniluti í Málnevndini, Randi Meitil, Eivind Weyhe og Hjalmar Petersen, sum hevur sent landsstýrismanninum hetta brævið:
------
Til Bjørn Kalsø,
mentamálaráðharra 15.11..2013
Tilmæli viðvíkjandi
stavraðnum
Vit, minnilutin í
Málráðnum, mæla til at hetta verður tað løggilda føroyska stavraðið:
a, á, b, c, d, ð,
e, f, g, h, i, í, j, k, l, m, n, o, ó, p, q, r, s, t, u, ú, v, w, x, y, ý, z,
æ, ø
Eitt alfabet er ikki nøkur natúrlóg, men ein
praktiskur listi við teimum bókstøvum, sum eru í brúki í einum máli. Taka vit
Føroyska orðabók (FO), so finna vit í leitorðunum 34 bókstavir brúktar. Tað er
sostatt ikki samsvar millum veruleikan í sjálvari orðabókini, og tað sum
stendur í rættskrivingarreglunum í somu bók, nevniliga at “Í føroyskum
skriftmáli verða 29 bókstavir nýttir.” Í leitorðunum í teirri prentaðu útgávuni
eru bara 29 av bókstøvunum talmerktir, hvør eftir sínum stað í raðnum, t.e. frá
1 til 29, meðan fimm stavir einki nummar hava. Tað var í ásannanini av, at
samsvar ikki er millum hetta og veruleikan í sjálvari orðabókini, at henda
talmerking varð strikað, tá ið FO varð endurskoðað 2009-11 av einum
arbeiðsbólki á Føroyamálsdeildini. Tað var í ásannanini av, at orðabókin í
roynd og veru hevur 34 bókstavir, at talmerkingin varð strikað. Tað er hesin
veruleiki í modernaðum føroyskum, sum skal góðtakast.
At V. U. Hammershaimb ikki tók stavirnar c, q , w
og z við (x hevði hann við), var, tí at hansara skriftmál var skapt til at
endurgeva siðbundið føroyskt mál við sínum arvorðum. Men føroyskt í dag er
annað og meira enn arvorðini. Tað verður í dag myndað av arvorðum, tøkuorðum og
fremmandaorðum. Og í summum av hesum verða stavirnir c, q, w, x og z brúktir.
Tað er tann málsligi veruleikin í dag, sum vit eiga at viðurkenna. Reglur eiga
at gerast fyri, nær stavirnir skulu nýtast, og nær ikki. T.d. nýta vit c
í c-vitamin, c-moll, celsius, CO2 og cm. Vit nýta s fyri c í vanligum tøkuorðum sum
sitrón, sitat, sement og sosialur. W nýta vit í watt og x í marxisma og sex.
Stavirnar ks nýta vit í taksa, maksimalur og t.d. postboks. Sama prinsipp er
galdandi fyri z og q, t.e. ortografisk purisma, sum longu er framd í verki í
føroyskum orðabókum. Tann komandi Rættskrivingarorðabókin fer at vísa, nær
omanfyri nevndu stavir og aðrir verða nýttir.
Viðvíkjandi kjakinum, sum var fyri nøkrum árum
síðani um stavraðið, kann verða víst til samrøðu í Degi og Viku við Jógvan í
Lon Jacobsen, formann í táverandi Málnevnd, og til grein eftir Jeffrey
Henriksen í bløðunum um sama mundið, har teir síggja tað sum eina sjálvfylgju,
at hesir nevnir bókstavir verða viðurkendir sum partur av stavraðnum (Jeffrey
setti stavirnar upp sum eitt ørindi, ið kundi syngjast). Eisini er okkara
tilmæli í samsvari við niðurstøðuna hjá einari samdari mentanarnevnd hjá
løgtinginum í 2009.
Okkara uppskot er, at stavraðið, sum er nevnt fyrst
í hesum tilmælinum, verður viðurkent og løggilt. Eisini er hetta eitt stavrað,
sum allir føroyingar kenna seg aftur í. Hetta hevur als ongar negativar fylgjur
fyri føroyskt sum mál, tí tað er longu praktiserað í orðabókum, tekstum og
málinum yvirhøvur.
Við heilsan
Randi Meitil Hjalmar P. Petersen Eivind Weyhe