Tuesday, November 19, 2013

Mentanarmekka: Mimir



Fríggjakvøldið 22. nov. kl. 20.00 verður Mimir karmur um stórt mentanartiltak við upplestri, frásagnum, framførslum og tónleiki. 

Í sambandi við bókadagarnar, ið verða hildnir í Norðurlandahúsinum komandi dagarnar, toga vit mentanina oman í miðbýin eftir, at fríggjakvøldið hevur lagt seg yvir landið. Mimir letur dyrnar upp inn í grøna rúmið har yrkjarar, sniðgevar, sjónleikarar, rithøvundar og tónleikarar fara á pall at framføra tað besta, tey eiga í sær. 

Skráin verður uppdaterað komandi dagarnar við fle
iri luttakarum og tí eisini møguligum broyttum tíðspunktum. (Haldið okkum til góðar, men sum øllum kunnugt, er torført at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind.)

Vit gleða okkum at síggja teg.

Skrá:

20.00: Vælkomin

20.10: Flóvin Viderø (tónleikur)

20.25: Vivian Sjóðklett (upplestur)

20.40: Marjun Syderbø Kjelnæs (upplestur)

20.55: Tóroddur Poulsen (upplestur)

21.10: STEÐGUR

21.25: Randi Samsonsen (hugleiðing/upplestur)

21.40: Daniella Andreasen (upplestur)

21.55: Lív í Baianstovu (tónleikur)

22.10: Marita Dalsgaard (framførsla)

22:25: Trygvi Danielsen (upplestur)

22.40: Kim Simonsen (upplestur)

22.55: Flóvin Viderø (tónleikur)