Málkjakið heldur á. Her eru tríggjar meiningar hjá ávikavíst Bloggoddi, Gunvør Balle og Sjúrði Skaale.
TEY TJÓÐSKAPUTU
tey tjóðskaputu
ber ikki til
at skifta orð við
tey eru sum
vitnini hjá
jehova
flenna býtt
tá tey ikki megna
eitt mótargument
tá tey tjóðskaputu
verða sett føst
siga tey
tú ert so danskur
ella tú vilt
snakka sum kjøpinhavnari
tey tjóðskaputu
tola ikki x og z og q og c
tí hesir bókstavir
eru ikki
nóg tjóðskaputir
hjá teimum tjóðskaputu
sparlaeygunum
at síggja
so um teir ikki
verða reinsaðir
heilt úr málinum
umhugsa tey
tjóðskaputu
at seyma eygnalokini
føst í kjálkarnar
so øll skulu
síggja hvussu
tjóðskaput
tey eru
og vit kunnu
sannførast um
hví vit standa
og tøva málsliga
og ikki minst
bókmentaliga
ongan veg koma
tí tey
Lesið víðari her:
http://bloggoddur.blogspot.com/2013/11/tey-tjoskaputi.html
Gunvør Balle: Viðmerking til avgerðina hjá Málráðnum um stavraðið:
Haldi veruliga tað er stórt spell at tað ikki var eitt samt Málráð, ið kom út við tilmælinum um stavraðið. Eg haldi ikki tað kann góðtakast, at landsstýrismaðurin og møguliga Løgtingið skal arva trupulleikan, nú ráðið ikki var samt. Tað er óvirðiligt og skeivt, at politikarar skulu taka avgerð um eitt slíkt fakligt mál, hetta eiga málfrøðingar at gera. Júst tí varð Málráðið sett.
Havi tað sjálv soleiðis, at um eitt samt Málráð kom við einum vælgrundaðum tilmæli hevði eg góðtikið hetta, - óansæð um bókstavirnir c, w, x osfr vóru við ella ikki. Eg helt grund- gevingarnar hjá meirilutanum vóru skilagóðar, tí hóast c, w, x osfr ikki vóru við í stavraðnum, kunnu teir nýtast bæði í skrift og talu, sum vit eru von. Minnilutin hevur helst rætt í onkrum av sínum argumentum, men stutta av tí langa er, at eg haldi ikki at politikarar og onnur leikfólk skulu útsetast fyri at velja síðu um eitt so grundleggjandi mál fyri okkum øll. Hetta er tað Málráðið er sett í verðina til at gera fyri okkum.
Tí vóni eg at landsstýrismaðurin sendir tilmælini frá meirilutanum og minnilutanum aftur til Málráðið og krevur at tey finna eina semju. Tá ein samd nevnd kemur við endaliga tilmælinum eiga vit øll at taka undir við tí og virða at fakkunnleikin hevur talað. Tá eiga vit at leggja alt kegl um stavraðið afturum okkum og í semju seta øll segl til at styrkja móðurmálið og virka fyri at fáa støðugt meir føroyskt tilfar allastaðni, har vit ferðast.
Um avgerðin verður politisk, og harvið kenslulig og grundað á tilvildarligan meiriluta í løgtinginum, verður framhaldandi eljustríð um stavraðið. Og tað einasta vit kunnu vissa okkum um er at tá hevur tað føroyska málið og harvið vit øll tapt.
Sjúrður Skaale:
"Abbi - mín bókstavur var ikki í skúlanum"
Málráðið gongur ímóti øllum tilmælum - og hevur onga grundgeving...
Tá hevði nógv orðaskifti við sær, tá løgtingið í 2009 hevði spurningin um alfabetið til viðgerðar.
Men tað var lítil ivi um, hvør avgerð fór spyrjast burturúr: Ein meiningarkanning vísti, at ein greiður meiriluti av føroyingum vildi hava eitt fult alfabet. Ein samd Málnevnd mælti eisini til, at bókstavirnir c, w og x vórðu tiknir inn í alfabetið. Og á løgtingið var ovurstórur meiriluti fyri tí sama.
Eg minnist serliga eitt frá løgtingsviðgerðini: Heðin Zachariassen úr Fólkaflokkinum greiddi frá, at tá abbasonurin fór í skúla, hevði abbin eftir fyrsta skúladag spurt hvussu tað hevði gingist. Drongurin hugdi keddur upp á abban og segði: Abbi - mín bókstavur var ikki í skúlanum...
Nógv góð argument vóru fyri at normalisera føroyska alfabetið, men hetta var kanska tað sterkasta.
Hví skulu bókstavir, sum vit brúka hvønn dag, og sum nógvir føroyingar bera í sínum navni, ikki vera í okkara alfabeti? Enn er einki haldgott svar komið uppá tað - og tí ivaðist eingin í, at hetta fór at koma uppá pláss.
Og tað var júst orsøkin til, at Løgtingið onga formliga støðu tók í málinum. Í staðin mælti ein fullsamd mentanarnevnd tí komandi Málráðnum til at autoriserað eitt fult, føroyskt alfabet.
Eingi argument
Nú hevur Málráðið so tikið sína støðu. Og hon bleiv ikki sum væntað. Ráðið gongur ímóti meirilutanum av føroyingum, ímóti meirilutanum á løgtingi, ímóti eini samdari mentanarnevnd og ímóti fyrrverandi Málnevndini.
Tað hevur ráðið rætt til.
Men tá ráðið tekur eina so kontroversiella avgerð, áttu góðar grundgevingar at staðið sum skorðar undir henni.
Men so er ikki.
Í grundgevingunum verður sagt, at serføroyska stavraðið hevur drúgva siðvenju á baki. Tað er ikki beint. Í fleiri føroyskum skúlabókum stendur tað fulla stavraðið.
Víst verður til stavsetingaruppskotið hjá Hammershaimb frá 1846. Men hann hevði altso X við. Og heimurin er ikki heilt tann sami í dag sum í 1846.
Sagt verður, at C er ljóðliga umboðað av S ella K, X er umboðað av KS osv. Tað er lutvíst rætt. Men vit hava eisini eitt skriftmál og eitt fakmál - og har kann mann als ikki seta S fyri C ella KS fyri X.
Málráðið sigur at tað, tey rópa "fremmandu stavirnir" síggjast í "fremmandum" orðum og nøvnum. Ókey? Er Zachariassen eitt "fremmant" navn? Er Loran C "fremmant"? Er sex "fremmant"?
Ein grundgeving er, at verða tað, tey rópa "nýggir" stavir tiknir inn í alfebetið, "má umfatandi arbeiði gerast at útgreina" hvar teir skulu brúkast. Hví tað? Teir skulu brúkast akkurát har, sum teir verða brúktir. Men vit fara at hava nøkur amboð afturat í amboðskassanum, tá vit í framtíðini taka heimin til okkum á føroyskum.
Málráðið hevur snøgt sagt ikki lagt fram eina ta einastu fakliga grundgeving fyri síni avgerð um at ganga ímóti meirilutanum av føroyingum, fyrrv. Málnevndini og Løgtinginum.
Eitt alfabet afturat
Eg haldi eitt høvuðsargument fyri at hava eitt vanligt, fult alfabet er tann einfalda, at tað er tað, sum vit brúka. Í øllum indoeuropeiska heiminum siga fólk ABC fyri 123, og tá vit gera listar og yvirlit nýta vit eisini ABCDE. Tað gera føroyingar eisini. Vit siga ikki og fara aldrin at siga AÁBDÐ.
Og tað løgna er, at hetta ásannar Málráðið. Tey skriva í sínum grundgevingum fyri amputeraða alfabetinum, at "tá ið vit stavraða (alfabetisera) í eitt nú orðabókum og telefonbókum og á bókasøvnum, nýta vit, umframt føroyska stavraðið, modernaða latínska stavraðið, t.e. enska stavraðið".
Við øðrum orðum: Vit skulu hava tvey alfabet! Eitt, sum er "føroyskt", men ikki hýsir dagsins málsliga veruleika og tí ikki kann brúkast - og eitt annað, sum kann brúkast.
Hetta fer at geva børnum ta fatan, at tað føroyska er nakað mann skal læra, men tað "ordiliga" - tað, sum mann kann brúka - er tað útlendska.
Hetta er ikki bara skaðiligt fyri føroyskt, men eisini fyri tjóðskaparligu sjálvsfatanina hjá børnunum.
Lurtið eftir Jeffrei
Tá orðaskiftið var um henda spurning í 2009, skrivaði tann gløggið málfrøðingurin Jeffrei Henriksen soleiðis:
"Tíverri eru tað ikki øll, ið duga nakað stavrað; og tey duga sostatt ikki væl at leita í nøkrum stavraðaðum orðalista, t.d. nøvnum í telefonbókini. Tey, ið bert hava lært tað serføroyska stavraðið (við ongum c,q, w, x) eru eisini illa fyri! Sostatt man vera longst sum best, at skúlabørn alt fyri eitt læra eitt føroyskt-vesturlendskt stavrað."
Í meirilutanum í Málráðnum eru eisini fólk, sum vilja føroyskum væl, og gera eitt stórt arbeiði fyri at styrkja føroyskt. Tað eiga tey allan heiður fyri.
Men í farnu viku tóku tey eina avgerð, sum avmarkar og skerjir føroyskt. Sum ger føroyskt ekskluderandi í staðin fyri inkluderandi - og harvið ger føroyskt veikari. Og tey hava ikki lagt fram eina einastu líkinda grundgeving.
Vónin var, at ráðið fór at finna eina pragmatiska semju um stavraðið. Í staðin tykist meirilutin sjálvur hava tikið stavræðið.