Sunday, November 24, 2013

Myndaódnin - upplating og røðan hjá Hansinu Iversen

Fríggjadagin læt árliga Myndaódnin upp í Steinprenti. Hansina Iversen helt upplatingarrøðuna, sum eg seti inn her saman við nøkrum myndm. Eg skal heilsa frá Fríðu og Jan, at tey eru í Norðurlandahúsinum í dag og altso ikki í Steinprenti, men framsýningin er opin aftur frá mánadegnum og tá eru øll vælkomin inn at hyggja.

Hansina Iversen:  

Steinprent, Grafiski Verkstaðurin í Føroyum, er sum ein kókandi pottur við ríkum og stimbrandi innihaldi til at gøða okkum listafólk og áhugað, sum ganga inn her. Vit kunnu fáa ein bita burturav hvørja einastu ferð vit trína inn um í Steinprenti.

Her  kemur man inn á gólvið á Ólavsøku og situr alt í einum og tosar við eina føroyska kvinnu, sum syngur opera í Berlin. Ein annan dag í august, standi eg og hugleiði um tilgongdina til myndina og málningin við John Kørner. Ein døgurðatíma  geri eg fiskasuppu til húsfólkið og Andreas Schulenburg, tí tað hava vit avtalað dagin fyri, tá eg av tilvild kom á verkstaðin,  júst sum Andreas gjørdi bussin hjá sær kláran til ein túr til Klaksvíkar við Jan og Fríðu. Tey skuldu norður at síggja arbeiðið hjá konservatorunum í Christianskirkjuni. So fór eg við og sá tað eisini. Og á vegnum suður aftur steðgaðu vit í Leirvík, tí har svam ein kúlubøka á fjørðinum. Fyrstu ferð eg hitti Inger, var til døgurða hjá Jan og Fríðu. Síðan tá hava vit verið vinkonur. Nøkur ár seinni høvdu vit bókaútgávu og framsýning her í gallarínum. Einaferð fekk Kinna  í lag, at Claus Carstensen og eg skuldu býta um verk, og vit hittust her og valdu okkum verk frá hvør øðrum. Og so skuldu vit hava kaffi og syngja. Claus elskar at syngja, tá hann ikki tosar.Tá eg kom til Danmarkar á páskum í sambandi við framsýning í Hirtshals, hevði Svend-Allan Sørensen frætt gjøgnum Jan og Fríðu, at eg var á Hjørring leiðini. Og so varð eg  beinanvegin boðin við til fernisering á Vendsyssel Kunstmuseum til 50 ára jubilæumsframsýning hjá savninum, sum Svend-Allan hevði kuraterað. Men áðrenn ferniseringina var avtala gjørd um, at eg skuldi koyra Knud Odde til ein kirkjugarð í einari grannabygd, har hann skuldi leggja blómur á grøvina hjá einari mostur, ið lá grivin har. Vit høvdu ongantíð hitst áður, men kendu verkini hjá hvør øðrum frá grafiska verkstaðnum. Vit fingu ein praktfullan biltúr saman og prátið gekk, sum um vit høvdu kent hvønn annan leingi. Aftaná fóru vit á framsýningina, har vit bæði høvdu verk við, sum vóru gjørd á verkstaðnum.

Seinast eg var inni á gólvinum, var Bárður til arbeiðis á verkstaðnum. Eg kom upp trappurnar júst sum tey trý, Fríða, Jan og Bárður, sótu og drukku kaffi. Hetta er ikki fyrstu ferð, og Bárður helt eisini, at eg mundi hava fingið serligan luktisans fyri kaffinum í Steinprenti. Eg haldi so við, tí eg renni meg mangan í ein kaffimunn her. Tann dagin fekk eg  eisini høvi at standa uppi yvir Bárði og hyggja at, meðan hann teknaði á steinin til nýggjasta prentið, ið hongur her á framsýningini. Tað var sum at síggja eina ballet, ella ein virtuosan klaverleikara,  -  tað væl vanda handalagið, sum presist og elegant teknaði niður á steinin tann gráa partin av myndini, sum nú er vorðin til eina symfoni fyri eygaðSíðan verkstaðurin er komin oman í Østrøm á Skálatrøð, er verkstaðurin eisini farin at reka gallarí, og hetta gallarí er í dag hitt fremsta og virknasta gallaríi í landinum. Kinna hevur við 5. Myndaódnini grundað eina traditión, soleiðis at vit nú á hvørjum ári kunnu síggja úrvæl av tí, sum hevur verið skapað her á grafiska verkstaðnum. Men uttan ótroyttiliga eldhugan hjá Bárði, at seta ein grafiskan verkstað á stovn í føroyum, var onki av hesum hent. Bárður, tú hevur fingið serligt pláss á hesi framsýningini , tí tú fyllir 70 Tollaksmessudag í ár, og tí at tú hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri verkstaðin.

Hjartaliga til lukku!

























(KP)