Sunday, November 24, 2013

Títt lív, søta barn, er ikki ein spurningur, men eitt svar...



Bókadagar eru í Norðurlandahúsinum og í dag verða nakrar áhugaverdar tónleikaframførslur, klokkan 15-15.30 hevur framúrskarandi sangarindan og tónasmiðjurin Eivør Pálsdóttir barnakonsert í samband við dukku-og skuggaleikin "Skrímslið lítla systir mín", sum Eivør hevur gjørt tónleik til. Atgongumerki kosta 50 krónur. Leikurin verður framførdur klokkan 14 og 16.






Klokkan 18 í dag verður ein ógvuliga serstøk framførsla við fólkunum á myndini ovast á blogginum. Tað er perlan hjá Palla Hansen og Glataðu Spælimonnunum frá 1983, har løg hjá Palla Hansen  ofl. eru sett til yrkingar hjá Jóannes Nielsen, Tummas N. Djurhuus, Steinbjørn B. Jakobsen o.fl., sum verður framførd. Best kenda lagið er helst tað undurfulla "Til Boga og allar nýføðingar í verðini", sum er ein yrking hjá Jóanesi Nielsen, eg haldi, at eg fái ein lítlan, eydnuríkan kuldasjálvta hvørja ferð eg hoyra Palla og Jacobinu syngja "Títt lív, søta barn, er ikki ein spurningur, men eitt svar, ein játtan..", tað er so sjáldsama musikalst, sympatiskt og gott. Tey sum spæla við Glataðu Spælimonnunum á konsertini eru systkinini Palli Hansen og Jacobina Ellingsgaard. Harumframt spæla Fróði Sandoy, Andrea Heindriksdóttir, Agelika Nielsen, Niels Olsen og Arnbjørn Sivertsen. Konsertin verður í Klingruni og er ókeypis.





http://www.bokadagar.fo/




(KP)