Mikukvøldið 13.nov verður samrøða millum stjóran í Listasavni Føroya, Nils Ohrt og listakvinnuna, Guðrið Poulsen, sum í løtuni sýnir fram í Listasavninum. Øll eru vælkomin til tiltakið, sum byrjar klokkan 19.30.
Tíðindaskriv:
Guðrið Poulsen er listafólk, ið brýtir slóð:
Hon er útbúgvin leirsmiður, men arbeiðir við skurðlist; hennara list hevur í sær sterku yrkisligu siðvenju leirlistanna og frælsi høgmyndanna.
Hennara listarliga eyðkenni er fyrst og fremst abstrakt í mun til ta sterku myndaligu siðvenjuna í føroyskari skurðmyndlist.Guðrið Poulsen er sum heild hugtikin av tilveruni og serstakliga av tilvitsku menniskjans.

Hennara áhugið fyri rúminum sum tilvitskunnar stað hevur havt við sær eina nýhugsan av prýðing í almenna rúminum, sum sæst aftur í Himmalspeglinum.

Samrøðan verður hildin til høvi av framsýningini hjá Guðrið Poulsen á Listasavni Føroya, ið heldur áfram til og við t. 30.11.
Blíðar heilsur
Nils Ohrt

Samrøðan verður hildin til høvi av framsýningini hjá Guðrið Poulsen á Listasavni Føroya, ið heldur áfram til og við t. 30.11.
Blíðar heilsur
Nils Ohrt