Í samband við at Regin Dahl hevði havt 95 ára føðingardag 5. Nov. 2013, verður skipað fyri fyrilestri við Guðrun Gaard, upplestri av yrkingum Bergljót av Skarði og kórsangi.
Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl:
Hann varð borin í heim í Sandagerði í Tórshavn 1918, sonur Jákup Dahl, próst, og Mariu, ið var dóttir gitna tónleikalæraran, Bakar Hansen.
Aftan á barnaskúlagongd í Havn leitaði hann í 1934 niður á Sorø lærda skúla, har hann tók studentsprógv í 1937. Veturin 1937/38 var hann heima í Føroyum, fór síðani aftur til Danmarkar og tók upp lestur við lærda háskúlan í Keypmannahavn, las fagrar bókmentir og norrønt. Í 1947 tók hann við ráðgevarastarvi á bókaforlagnum hjá vinmanninum, danska yrkjaranum Ole Wivel - og seinni, tá hetta forlagið í 1953 gav seg undir Gyldendal, fylgdi Regn við og starvaðist til fyri stuttum sum handritametari og ráðgevi har.
Átjan ára gamal gav Regin út fyrsta yrkingasavn sítt »í útlegd«, og hetta hugtakið »útlegdin« man vera mest umrødda evni, tá røtt hevur verið um yrkjaran Regin Dahl. Útlegdarárini kámaðu ongan-tíð heimatúnini:
»Gekk eg mær í skýming millum hjalla
aldudráttur váganna hoyrdist valla,
roykur av tvøsti
og gomlum køsti
lýsti meg í kall millum kalla«
og sjálvt tá útlegdarskeiðið rundar fjórða tíggjuára skeiðið varar hann av sínum dreingjalendi, ið eina ferð var:
»Men allir teigar eru týndir
og fjøran burtursprongd -
hvar skalt tú vistast,
hvønn vilt tú vitja
í hesi húsatrongd?
Her eru allar traðir taktar
og f jøran ikki longur gongd -
alt dreingjalendið,
øll heimakensla -
Tín ævigøta er betongd!«