Klingran var sprenfull av fólki, tá Glataðu Spælimenninir fóru í gongd at spæla klokkan seks í kvøld. Allir stólarnir vórðu upptiknir, og allastaðni stóðu fólk og lurtaðu. Eg var sjálv eitt sindur ivasom á ein hátt sum mann er, tá mann verður sett andlit til andlits við ungdóms idealir, tí eg veit, at tíðin ikki steðgar og tí eg veit, at einki er sum tað var. Jakobina byrjaði við at greiða frá plátuni, sum kom út fyri 30 árum síðani og um hvussu tíðin var tá og síðani byrjaði orkestrið fyrsta sangin á plátuni, tann framúr vakra "Til Boga og allar nýføðingar", eg sá at eg ikki var einasta hopphøvdið í fjøldini, sum í heilum hevði hug at murra og syngja við og tá "Leygarmorgun í Havn" varð framførdur klappaðu fólk ljódliga og stevfast aftur við tónleikinum. Sjálv kundi eg av teimum smáu kuldaskjálvtunum á egnum kroppi fegnast um, at gandamegin í útgávuni stendur við 30 ár eftir og tað ger hon m.a. av tí at yrkingarnar eru góðar, tí løgini eru góð sum tey organiskt leggja seg eftir óregluligu yrkingunum, tað ger hon av tí, at plátan Gluggamynd er kult! Framúr gott hugskot at hava eina tílíka musikalska revival við á Bókadøgum, tí Glataðu Spælimenninir eru sum kunnugt rættiliga bókmentaligir. Eg veit ikki hvør fekk hugskotið at fáa lív aftur í Glataðu Spælimenninar, men eg takki viðkomandi, eins og eg takki Bókadøgum og Rithøvundafelagnum við Helle Thede Johansen, forkvinnu og ikki minst Palla, Jakobinu, Arnbirni, Niels, Fróða, Andreu og Angeliku fyri góðu upplivingina í Klingruni í kvøld.
Mitt í rokanum í forhøllini í Norðurlandahúsinum hevur hesar dagarnar staðið ein pressa, ein ad hoc grafiskur verkstaður, har Jan Andersson og Fríða Matras Brekku hava prentað steinprent hjá Tóroddi Poulsen og Peter Laugesen. Ta løtuna, eg var har, var tað gult, tey prentaðu, hyggið bara her:
Tóroddur Poulsen til reiðar at signera
Jan Andersson pressar við hondkraft
Nýggja prenti tykist vera ein viðmerking til tað nýggjasta málstríðið
Gula prenti hjá Tóroddi Poulsen og eitt hjá Peter Laugesen
Fríða Matras Brekku tekur eitt nýprentað verk úr pressuni
Steinprent hevði ymsar bøkur til sølu
Tóroddur Poulsen signerar
(KP)