
Frumsýningin av nýskrivaða leikinum Sangur í mjørka, eftir Elina á Rógvi, verður leygardagin 2. novembur kl. 20.00.
Atgongumerkir til sýningarnar fáast til keyps, í Visit Tórshavn, í Gamla Bókhandli á Vaglinum.
Leikurin sigur frá síni egnu søgu, sum er knýtt at samtíð áskoðarans, men samstundis nýtir sangirnar hjá Hans Andriasi Djurhuus á ein hátt, sum bæði undirbyggir persónarnar og verurnar í leikinum og sjálva søgugongdina í honum. Leikurin tekur upp eitt viðkomandi evni í nútíðini – tað at missa sambandið við okkara eldri dementu næstringar – og flytur tað yvir í ein hugaheim, har sangir og søguverur og søguheimurin hjá Hans Andriasi natúrliga knýta seg til persónar og hendingar í leikinum.