
Kenda dansk-norska listaduettin Michael Elmgreen og Ingar Dragset gera m.a. stórar installatiónir, sum bjóða okkara fatan av viðvíkjandi hvat list er. Til Listabiennaluna í Venesia í 2009 konstrueraðu teir eini listasamlarahús komplett við veruligum listaverkum og einum deyðum listasamlara í svimjihylinum. Í løtuni sýna teir fram installatiónina Tomorrow á The Victoria and Albert Museum í London, tað er íbúðin hjá einum fiktivum persóni, Norman, sum er fyrrverandi arkitektur. Installatiónin verður at síggja inntil 2.januar í 2014. Her verður greitt frá verkinum:
(KP)