Saturday, November 16, 2013

Hamskifti


Teir tríggir listamenninir  – Kjartan Hansen, Gutti Winther og Jens L. Thomsen – sum hvør hevur sín høvuðsleiklut í verkætlanini innan performance, mat og tónleik – hava eisini involverað onnur listafólk í Hamskifti, og í felags samstarvi hava tey skapað partar til heildina. Ein av hesum listafólkunum er Guðrið Poulsen, sum hevur gjørt hesa lítlu, duldarfullu mjólkakannuna, sum eg havi fingið loyvi til at bera við mær út úr loynikamarinum. Hon er merkt av djúpum, skulpturellum uppruna, fínari poesi og serstøkum humor, sum eg haldi gevur eina fína mynd av allari upplivingini av Hamskifti. 
Dempaðar røddir og tryggir luktir fara skjótt at umbroytast, kunnug ljóð klinga á nýggjum og kend andlit tykjast øðrvísi. Einki er sum tað tykist at vera í ambitiøsu verkætlanini hjá Eventmálaráðnum: Hamskifti.

Í einum neti av raffineraðum metamorfosum og tí óvæntaða, verður ein loyndarfullur heimur breiddur út fyri okkum. Og eg havi ikki svorið at halda loynidómin duldan, men eg avdúki ikki samanhangin allíkavæl. Upplivingarnar skulu koma óvart á.

Í hesum heimi, sum altso verður verandi gátuførur, glíður  ein streymur av sansaðum minnum gjøgnum vitskuna. Frá pávanum hjá Francis Bacon til figurar  frá Fragglerock, frá asium til skúmandi dropar, frá kvøðuljómum til primalskríggj, frá endaleysum sunnudøgum í sjeytiárunum til Berlinarakabarettir í tjúgunum. Samstundis verður ein ørgrynna av træðrum myndað millum hesi endaleysu hugnámini; træðrir, sum mennast og fløkjast, og sum gerast atvoldin til anekdotir í høvdunum hjá áskoðarunum, sum tey skifta orð um við hvønn annan og harvið verða nýggir træðrir alsamt flættaðir inn í heildina.

Tí Hamskifti brúkar eisini listina sum eitt sosialt eksperiment. Ein felagsskapur kyknar og ein sosial støða, sum eg fataði eins og eina unikka og sera stóra uppliving.

Kjartan Hansen, Gutti Winther og Jens L. Thomsen eru allir sera stór talent, og saman hava teir skapað eitt listaverk við fantastiskari megi. Eitt nýskapandi gesamt-listaverk, sum er djarvt, stuttligt, ógvisligt og poetiskt. Eitt verk, sum bjóðar av og imponerar og sum alla tíðina tekur áskoðaran á bóli við nýtsluni av tómleika og fyllu, sansamissi og ovurhonds sansaleika, drama og upprunakendari ró, óhóvligum villskapi og silvurbrúdleypskendum penleika.

Aftaná fert tú so einsamøll út aftur í myrkrið. Ríkari. Tú vart saman við fólkum, sum tú ikki kendi, blivin innvígd í nakað loyndarfult, týdningarmikið og gott.

Eitt lítið PS:
Dýrt er vanliga eitt orð, mann brúkar um nakað, sum ikki er pengarnar vert, og tað er ótrúliga ringt at siga, hvat nakað av so góðari dygd sum hetta í grundini er vert í pengum. Men tað eigur at verða nevnt, at upplivingin kostar nógvar pengar; 1740 krónur uttan Mvg, altso 2175 krónur. Tað er ein uppliving, sum fyritøkur eiga at unna teirra fólki, men tað er eisini eitt initiativ, sum eigur at verða stuðlað við almennum krónum, so at tað kundi verið atkomiligt fyri færri krónur og fleiri fólk.

Eg trúgvi nevniliga uppá, at hesar samstarvsverkætlaninar millum ymisk listasløg eru serstakliga umráðandi fyri menningina av listini. At bróta mørk millum listasløg og lata ymsar framburðir bjóða hvørjum øðrum av, at sleppa vanahugsanini og siðbundnu fatanini av sjangrum er umráðandi alla staðni. Men tað er serliga týdningarmikið í einum lítlum landi við lítlum listapalli.

Hamskifti kann upplivast inntil 1. desember. Les meira her: http://listinblog.blogspot.com/2013/11/hamskifti-gastronomi-performance-art.html

(IS)