Friday, November 1, 2013

Hamskifti – Gastronomi & Performance Art


Nýstovnaða Eventmálaráðið bjóðar tær eitt serstakt kvøld, har tú og tíni fáa eina leskiliga uppliving saman við gourmetkokkinum Gutta Winther sjónvarpsverti og kokki. Hartil ger sjónleikarin, Kjartan Hansen stovnari av listaliðnum DetFeröscheCompagnie, eina framførslu, sum Heðin Mortensen borgarstjóri kallar, “ein fantastiska original framførsla!” og Niels Christian Nolsøe Stjóri í Elektron “eitt unikt upplivilsi!”.


Latið tykkum undirhalda til Hamskifti í hugfarsligum hølum í Öström við Skálatrøð, har hvør løta er løgd til rættis til at geva tykkum eina felagsuppliving, sum tølir allar sansir. Gutti leggur síðstu hond á matin framman fyri gestunum og borðreiðir, afturvið tónleiki, við 5 rættum og útvaldari vínskrá. Harafturat ger Kjartan eina margháttliga og sjáldsama framførslu, sum Jens L. Thomsen, tónasniðgevi úr bólkinum ORKA hevur gjørt ljóð til.
Í stuttum er hetta eitt høvi at bjóða góðum gestum, leiðslu ella útvaldum arbeiðsfeløgum til nakað forkunnugt. Eitt serstakt kvøld, har heimligt huglag møtir hamskifti.



Vit eru errin av at bjóða vælkomin til 15 kvøld í 2013
Mikukvøld 13. november kl 19:00
Hóskvøld 14. november kl 19:00
Fríggjakvøld 15. november kl 19:00
Leygarkvøld 16. november kl 19:00
Sunnukvøld 17. november kl 19:00
Mikukvøld 20. november kl 19:00
Hóskvøld 21. november kl 19:00
Fríggjakvøld 22. november kl 19:00
Leygarkvøld 23. november kl 19:00
Sunnukvøld 24. november kl 19:00
Mikukvøld 27. november kl 19:00
Hóskvøld 28. november kl 19:00
Fríggjakvøld 29. november kl 19:00
Leygarkvøld 30. novembur kl 19:00
Sunnukvøld 1. desember kl 19:00


Rúm er fyri 12-20 gestum hvørt kvøldið og prísur fyri hvønn er 1.740,- u/mvg.
Samlaður kostnaður fyri eitt kvøld 30.000,- u/mvg.
Ring 50 90 60 og bílegg Hamskifti.


EVENTMÁLARÁÐIÐ

Nýstovnaða Eventmálaráðið bjóðar eina røð av upplivingum við listarligum dámi. Tað er við íblástri frá tjóðarhetju okkara, Súsannu Helenu Patursson (1864-1916) – sum skrivaði fyrsta sjónleikin á føroyskum – at vit hava valt ta altfevnandi listina sum miðil. Súsanna Helena ‘Sannulena‘ Patursson slóðaði eina leið, ið gav samtíðini møguleikan at síggja samfelagið við nýggjum eygum. Handan ítakið EMR stendur Kjartan Hansen sjónleikari og íverksetari og saman við bestu kreativu kreftunum fer EMR at uppfinna upplivingar í andanum hjá Sannulenu. Í øðrum orðum at gera tiltøk, sum ikki hava sæð sín líka her á landi.