Saturday, November 16, 2013

Leygarmorgun


Leygarmorgun, og ódnin er (her niðri í býnum) endiliga við at sleppa sínum larmuta taki í tekjuni og í plastikkhavamøblunum hjá grannanum meðan angin av kaffi blíðkar húsini. Eisini málódnin tykist longu hæsað av, nú tað gongur upp fyri okkum, at alt í veruleikanum er júst sum tað plagar at vera og at einki er hent í okkara lítla klandursskoti við ævigari og ineffektivari polarisering millum tjóðskaparidealir og heimastýrisveruleika. Vit seta okkum sum vanligt glað og trygg á tómrúmið millum stólarnar og liva í góðu intentiónini um hvussu alt átti at verið um ikki veruleikin var ein annar. Vit hava livað soleiðis so mikið leingi, at vit hava vant okkum at hugsa í undantøkum - tað tykist sum um, at sjálvur hugsunarhátturin er kolonialiseraður og heldur tú sum eg, at C hevur uppiborið eitt pláss í føroyska stavraðnum, ja so verður tað nokk so skjótt knýtt at lesnaðinum Danmark (og eftirfylgjandi sambandskum hugsunarhátti). Bannsettu stavirnir verða ikki útihýstir, tað ber ikki til so leingi sum vit eita Zachariassen og Wang, ella so leingi sum vit drekka coca cola ella atkvøða fyri lista C, men teir skulu ikki vera partur av stavraðnum, sum vit læra børnini. Har vit av praktiskum áðum eru noydd av hava teir við (og tað er ikki sjáldan tann tørvurin er t.d. í telefonbókum og øðrum yvirlitum), verða teir settir aftast. Aja, minnist til, kæru vinir, at einki er hent og nú er kaffið runnið niður. Havið ein gleðiligan leygarmorgun.






(KP)