Carl Jóhan Jensen var fyrsti yrkjarin, sum skrivaði jólakalendaryrking til Listina, tað gjørdi hann í 2010 við framúrskarandi yrkingini "Myndir á eini óhildnari framsýning", í 2011 helt Sissal Kampmann fram á allarbesta hátt við fína yrkingarsavninum "Endurtøkur", sum seinni varð útgivið, og síðsta ár høvdu vit ta stóru fragd at flyta fram stóra epos´ið "Eingladust" hjá Tóroddi Poulsen. Vit vilja fegnar takka øllum trimum yrkjarum fyri teirra ómetaliga stóra íkast til okkara blogg og til føroyskan lyrikk. Tað er ein stór gáva.
Mynd: Vencil |
Tí tað er okkum ein sera stórur heiður at kunna avdúka, at tað er Rói Patursson, sum hevur skrivað Jólakalendaran 2013. Heitið er "Eitt jólakvæði við klisjéum". Vit gleða okkum sum smábørn til at kunna bjóða tykkum fantastiskan lyrikk hvønn dag inntil jóla og vit vóna, at nógv fara at fylgja við í ársins jólakalendara. Rói Patursson, filosoffur og skald er ein av okkara týdningarmestu yrkjarunum, sum eisini hevur gjørt vart við seg í norðurlendskum høpi. Í 1969 kom hansara fyrsta savn "Yrkingar", og sjey ár seinni kom "á alfaravegi", í 1983 kom plátan hjá Anniku Hoydal "Spor í sjónum" við yrkingum hjá Róa Patursson og í 1985 kom yrkingarsavnið "Líkasum", og í 1986 vann hann norðurlendsku bókmentaheiðurslønina.
Tætta, vakra málið í hesum loyndarfullu, intelligentu og sansaligu yrkingunum er prentað inn í tilvitskuna í ævigar tiðir. Við "Jólakalendaranum 2013: Eitt jólakvæði við klisjéum" vísir Rói Patursson aftur hesa djúpu, lyrisku nervina, samstundis við at hann eisini vísir heilt nýggjar síður av sínum skaldskapi.
Enn einaferð ein stór tøkk til Róa Patursson. Og til øll hini: Fylgið við í: Eitt jólakvæði við klisjéum her á blogginum frá í morgin.
(IS)