Tuesday, October 22, 2013

Ummælarafís og Einglasuð

  

– Tað eru ov fá ummæli av føroyskari list! Hetta verður javnan ført fram, eisini millum listafólk, tað vil siga bara inntil, tey fáa eitt negativt ummæli. Tá er tað brádliga ikki ummælarar, sum tróta, nei, tá er tað KOMPETENTAR ummælarar, sum okkum vantar í Føroyum. Og nógv í millum hvat støðið er hægri í Weekendavisen, ella í DR ella tá mann lurtar eftir ymsum mentanartættum í BBC, á SV2, og tá mann lesur New York Times, Information ella whatever. Og jú - tað er væl møguligt, at føroysk intellektuel trívast best í hægri, útlendskum løgum enn her heimliga dunnuhylinum, men vit halda altso, at tað er umráðandi at hava okkara egna perspektiv við. Á Listablogginum royna vit eftir førimuni at ummæla og at miðla list í heimliga umhvørvinum, og á føroyskum, sjálvt um okkara donsku innlegg eftir øllum at døma hava størri áhuga millum okkara føroysku lesarar! 

Hatta við teimum vantandi førleikunum hjá ummælarum, verður orðað á rættiliga ymiskan hátt. Summi hava ilt av akademiska støðinum ella manglinum uppá sama - og so hevur eisini verið ført fram, at undirritaði ummælari er studentaskúlalærarinna. Tað argumentið havi eg so ongantíð skilt. Tú verður neyvan verri ummælari av at vera studentaskúlalærarinna. Sjálvandi veit eg av, at atfinningarnar í hesum føri sipa til, at undirritaða ikki er yrkisummælari, men í hesum sambandi føli eg meg altso ikki serliga rakta. Tað gerst alsamt meira vanligt við freelance-ummælarum eisini uttanlands. Eg toli somuleiðis eisini væl at verða skýrd áfallin, betrivitandi, ekskluderandi, mannsjavinist, hánddukka hjá málarum á Skipasmiðjuni (listamonnum sum konum!), gívur, listasnobb, ikki óvildig, maktgrað, eliter osfr. Og sjálvandi er tað í fínasta lagi, at fólk gera vart við, tá tey eru ósamd við mínum uppáhaldum, tað dámar mær bara væl og eg eri samd í, at tað er troyttandi, at eg eri lutfalsliga einsamøll sum ummælari á myndlistaøkinum.

Ert tú ikki samd við ummælaranum, kanst tú altíð ivast í hansara ella hennara motivum;-Er tað ikki okkurt við, at ummælarin og listakvinnan eru vinir? Ella er daman hjá honum ikki starvsfelagi við konuna hjá avvarðandi tónleikara/ høvundi/ myndlistakvinnu/ sjónleikara/ filmslistafólki? Og í denn dur, men eg leggi heldur ikki so nógv í hendan kritikkin. Tekur tú tær tykni av hesum sum ummælari, ert tú í skeivari bransju. Og tað er ein løgin bransja, tí hvat fær mann burturúr? Um mann er uppmerksemisjunkie og typan, sum elskar at koma inn í eitt rúm, fullt av fólkum við ringari uppsikt, sum teska saman og við jøvnum millumbilum hyggja óblídliga eftir einum, - ja, so fær mann heilt vist eitt satt kick burtur úr ummælaravirkseminum. Og um mann er óvanliga konfliktfegin og elskar at møta fólkum í Keypsamtøkuni, sum brádliga halda uppat við at heilsa, tí mann hevur kritiserað teirra listarliga avrik - um mann elskar tílíkar smáar, vemmiligar gerandiskonfliktir uppi yvir mánadagsinnkeypinum, - ja so er ummælaríið akkurát fyri. Men nei, hvørki tá tað kemur til makt ella pengar er lista- og bókmentaummælaríið nakar feitur kjansur. Fyrr í tíðini kundi mann í Skáa (Dimmalætting) og Fregnum fáa 2000 krónur fyri eitt blaðummæli, fyri einum ári síðani eydnaðist mær at at fáa 500 krónur fyri eina drúgva blaðgrein í einari avís, og mann plagdi somuleiðis at fáa 500 krónur fyri eitt ummæli í In Mente í Kringvarpinum. Í dag fær mann einki. Og sjálvandi vita vit øll av, at Kringvarpið er í trongum skóm fíggjarliga, men onkursvegna tykist raðfestingin skeiv, tá mentanarberin eyðsýniliga ikki setur nøkur oyru av til ummæli. Lat meg skunda mær at leggja aftrat, at Brunsj javnan hevur tónleikaummæli á skránni, og at bæði Kringvarpið og Norðurlandahúsið hava rós uppiborið fyri teirra mentanarkafé, sum forrestin hevur ummæli á skránni fríggjadagin, men public service stovnurin kundi eftir mínum tykki væl gjørt meira við ummæli. Serfrøðina eiga vit, tað er bara at raðfesta, at biðja fólk og halda teimum til. Sum nú er fær mann ikki nógv butur úr at ummæla, tá er nógv betri at vera kurator t.d. og skipa fyri og práta hugaliga og positivt í In Mente. Allíkavæl blívi eg við at ummæla, og vóni, at fleiri koma aftrat, tí eg haldi kritikk (ikki minst negativan kritikk) vera ómissandi part av mentanarmiðlingini, sum mong eru áhugað í, eisini ung fólk!

Nakað, sum undirritaði ummælari javnan fær skotið í skógvarnar er, at eg favoriseri ávís listafólk, at støða er tikin fyri ella ímóti áðrenn eg yvirhøvur havi upplivað framsýningina/bókina/prýðingina ella hvat nú talan er um. Til tað er at siga, at eg sjálvandi ávirkist sum øll onnur av tí, sum mær er fyri, men eg royni faktist at vera erlig og at fyrihalda meg opna yvir fyri tí, sum eg upplivi og at siga ella skriva júst tað, eg hugsi, sjálvt um tað ikki altíð er lætt. Tóroddur Poulsen er ein av teimum, sum eg verði søgd at stórfavorisera; hin speiski og stuttligi Føroyaportalurin visti herfyri at siga frá, at eg tilbiði Tórodd fleiri ferðir um dagin. Eg viðgangi fegin, at tað er ein listamaður, sum eg hámeti og sum eg haldi vera millum okkara bestu samtíðar- yrkjarar og myndlistafólk, og skuldi tað uppá tann eina dag víst seg, at eg fari skeiv í hesi meting, eri eg av sonnum ein vána ummælari. Nú eg hugsi meg um, minnist eg meg bara hava funnist at Tóroddi Poulsen einaferð og tað er forrestin líka við, at eg angri tað ummælið.

Til tess at ummæla hansara nýggjastu bók "Einglasuð" eri eg lutfalsliga ógegnig, eg havi í øllum førum sjálv umbiðið 24 av teimum 84 yrkingunum í bókini til jólakalendarayrkingina á Listablogginum. Tað er "Eingladust", sum stóð at lesa á Listablogginum í fjør - 24 yrkingar, ið sjálvandi eru framúr góðar. Fremst í útgávuyvirlitinum stendur, at hetta er triðja bókin hjá Tóroddi Poulsen í ár, eg kenni ikki bókina "Leyvið haldi eg", og ivist í um hon er útkomin. Eg sá hana so ikki í Rit og Rák, tá eg ognaði mær "Einglasuð" herfyri. Men óansæð, so kunnu vit helst loyva okkum at staðfesta, at Tóroddur Poulsen ikki í nakran serligan mun ræðist poetiska inflatión og eventuella devaluering. Hann er so mikið avrikamikil, at tað næstan tykist ósømiligt - mær vitandi liggja fleiri handrit og bíða eftir av verða útgivin, hann hevur haraftrat verið við á fleiri listaframsýningum í summar og fer í næstum at sýna fram í Flensburg og í Sønderjyllands Kunstmuseum.

Slóðirnar í "Einglasuð", sum er bók nummar 34 hjá Tóroddi Poulsen, eru tær somu sum í undanfarnum yrkingarsøvnum, í  nýggju bókini eru sostatt bæði dømi um speiskar samfelagsviðmerkingar og abstraktar tilverutulkingar. Millum samfelagsatfinningarnar er eitt nefs til ein ávísan mentamálaráðharra, og hvør veit, kanska er tað hann, sum so væl dámar træskip og føroyskan dans: "aftur og aftur/ flytir hon/ fingrarnar/ fyri hann/ á tangentunum/ hann skal læra/ at spæla/ dukka mín er blá/ hann dugir stevini/ í føroyskum dansi/ og hevur lisið/ søren og mette/ hann hevur sitið/ í leypinum/ hjá langabba/ og gitt gátur/ og samstundis talt/ seks hundrað og seks og trýss/ seyðasparl í øllum túnunum/ í heimbygdini/ hann skal verða/ mentamálaráðharri"

Eg veit ikki um tað hevði broytt nakað, um útgávutíttleikin hjá Tóroddi Poulsen minkaði, so at hann gav færri bøkur út, og um hann á tann hátt fekk bøkurnar meira konsentreraðar enn nú, men sjálvt um styrkin og beinraknið varierar og summar av yrkingunum sýnast meira heilskapaðar enn aðrar, so eru ongar vánaligar yrkingar í savninum. Og mær dámar ta drálandi lesikensluna og fjølbroyttu lesiupplivingarnar, tá eg spakuliga slørði frá einari yrking til ta næstu sum havi eg poetiska kenning. Yrkingin, sum stendur á síðu 31 er nokkso eyðkend fyri yrkjaran. Tað vil siga, at hon er framúr góð, evnisliga einføld og gjøgnumførd við surrealistiskum brá og eini greiðari rørslu, sum í einum fangar barndómsminni og lívsins fatalu treytir og vendir teimum við: "stendur á/ hondunum/ og/ minnini/ renna sum/ sandur/ niður í/ høvdið/ og/ tú jarðast/ í svørtum/ barndómi/". Barndómur og minni eru evnið í fleiri yrkingum, t.d. í yrkingini á síðu 23: "omaneftir/ kjálkunum/ renna minnini// steðga/ eitt lítið bil/ við smílikullurnar// ein dyggan/ undir vangan/ og hvat so".

Við Tóroddi Poulsen eru vit á tryggari modernistiskari leið við yrkingum, sum í støðum ørkymla, tá viðurskifti ella lutir, sum vit kenna til, verða avskeplaði ella tá vit t.d. í heilum hoyra um ymiskt í bundnum formi, sum vit ikki eru presenteraði fyri frammanundan, og tá tað óítøkiliga skiftir ham og verður ítøkiligt. Yrkingarnar tykjast stundum einfaldar og banalar, men tær skulu allar lesast nakrar ferðir áðrenn lesarin nærkast eini møguligari fatan. Tóroddur Poulsen er á sama spori sum Stepháne Mallarmé í sannføringini um, at hin besta njótingin av poesi kemur, tá lesarin lesur og skilir spakuliga, tá partar av yrkingini verða fataðir og so við og við koma undan kavi. Hjá Tóroddi Poulsen kennist tað eisini ofta sum um, at yrkingin brádliga ger eina skjóta vending, sum hevur við sær, at fatanin gleppur. Í summum av yrkingunum verður sipað til eldri yrkingar hjá Tóroddi Poulsen, og eisini kundi tað sæð út sum um, at  væl umtókta bókin hjá Katrini Ottarsdóttir verður intertekstualiserað í eini yrking um rør. Dreymarnir eru týdningarmiklir í hesum universinum, myrkrið veitir íblástur og á henda hátt eru negatiónirnar og tvørsagnirnar afturvendandi og títtar. Skuggin í yrkingini á síðu 79 minnir um søguna hjá H.C.Andersen um tann karrierumeindaða skuggan, sum hevur sæð ljósið (ella myrkri) og sum blómar, meðan tann lærdi maðurin fánar burtur. Hesin skuggin hjá Tóroddi Polsen tolir ikki ljósið í dreymunum og er meinlíkur einum deyðum eingli, har hann liggur við inngongdina til dreymaverðina ella hvør veit um hann ikki er fullur? "tá eg sigi/ við skuggan/ sum eltir meg/ at hetta er trappan/ inn til mínar dreymar/ hvørvur hann/ og eg síggi/ hann ikki aftur/ fyrr enn eg vakni/ og kenni meg/ so hálvan/ og eg síggi á honum/ at tað ger hann eisini/ har hann liggur/ framan fyri trappuni/ við faldaðum veingjum." Deyðin er hvítur sum kavi, og sum mjólk ella sum kirkjan, hon er kritahvít sum salt. Við smáum slankum til heimsins brennideplar við barnasoldatum og sjálvmorðsbumbarum følist yrkingauniversið føroyskt og gerandisligt við tjøldrum, haga og havi, hjólbørum, grasi og kirkjum og sjálvt um skálkabrosið lúrir aftan fyri horntónarnar og jólatræið við barnaskøltum og teirri turru móðurlandskøkuni, er innileikin stórur og gevandi í nýggja savninum, t.d. í eini yrking, sum kanska kann lesast eins og eitt lítið requiem fyri einum deyðum tónleikara: "teir krógvaðu/ tónarnir/ undir kavanum/ minna meg á/ hann ið doyði/ av ongum lívi/ sum hann elskaði// og eg fái hug/ at goyma/ eitt sindur av kava/ til minnis um hann/ og fortíðina/ sum ongan gloymir." 



(KP)