Wednesday, October 9, 2013

Sendingin um Skálafjarðartunnilin er public service, ið staðfestir neyðuga týdningin av fjølmiðlum í føroyska samfelagnum


Sendingin var søgulig longu áðrenn, hon varð send í sjónvarpinum í gjárkvøldið. Longu forfilmurin hevði við sær, at alt fór upp at gartera, onkur tosaði um ósakligheitir og tendensiøsitet frá sjónvarpsins síðu, og frá hinari síðuni, frá landinum kom í gjáramorgunin ein kanning av málinum, sum skapti iva um eftirlitsskylduna hjá løgmanni við tað, at Sjúrður Rasmussen legði út við tí serliga fyrivarni, at hansara frágreiðing um málið ikki er óheft, at hon ikki er ein endaligur dómur í málinum, men ein meiri ella minni óviss forsøgn um úrslitið av einum hugsaðum rættarmáli. 

Og tað er fyribrigdið óheftni, sum framvegis verður diskuterað eftir sendingina. Onkur spyr hvørt tað er rímiligt, at brúka t.d. Hermann Oskarsson sum óheftan serfrøðing í eini sending, sum m.a. metir um avrikið hjá einum sambandsløgmanni, tá hann hevur verið uppstillaður fyri Tjóðveldi? Hvussu ofta slapp Turið D.Hentze at siga: "Hetta vísir hvussu lítið skil hevur verið á í Landsstýrinum" og hvussu ofta hava vit nú hoyrt Bjørn á Heygum siga, at okkurt lusk gekk fyri seg í Tinganesi ? Brúkti sendingin órímiliga nógvar effektir og ov nógvar óargumenteraðar tilsipingar? Og er ein millión ikki piparnøtur aftur í móti einari milliard og er tað tá rímiligt av okkum at skilja orðingarnar sundur, so at tað ljóðar sum um løgmaður er so mikið hugmóðigur, at hann ikki virðismetur eina heila millión sum nakað serligt, ella er hatta bara enn eitt dømi um ein løgmann, sum nú liggur sum hann sjálvur hevur reitt? 

Avsendarin - teir sum hava gjørt sendingina, royna ikki á nakran hátt at goyma, at teir brúka ymsar fiktiónssnildir. Dramatiski tónleikurin leggur dent á spenning og óhugna og myndirnar av t.d. bygningunum á Tinganesi eru í fleiri føri tiknar á skák, tað leggur eyka dent á tað óavkláraða og gevur sendingini eitt dynamiskt brá. Dokumentarsendingin er bygd upp sum eitt drama í sjey kapitlum við yvirskriftum, ið fylgir bygnaðinum í frásøgumodellinum, sum verður brúktur, tá vit greina fagurbókmentir, og søgan er søgd á sera spennandi og konfronterandi hátt við speak over frásøgn og samrøðum við politikarar, journalistar og ymsar serfrøðingar. Tað er týðiligt, at avsendarin, altso teir, sum hava gjørt sendingina ikki lata sær lynda, at fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, Kári P.Højgaard varð detroniseraður, tí meðan Kári P.Højgaard verður lýstur sum offur og sjálvt innbegrebið av ósekum bygdahugna, leggur sendingin dent á tveir størri og valdsmiklar spælarar, sum ikki eru ábyrgdaðir og sum standa eftir sum tey seku. Annar er sjálvt embætisverkið og hin er løgmaður. Hermann Oskarsson tekur samanum hvat tað var, sum mundi hent, at tað hevði verið skrekkiligt og vit kundu komið í sváran váða av fíggjarligu byrðini av tunnlinum. Hann leggur eisini dent á tørvin á eini pressu og einum embætisverki, sum er vakið hvønn dag og metir, at føroyska embætisverkið hevur sovið í tímanum. 

Har eru minst tríggir skurkar í sendingini. Klædningamenninir úr CIP eru lýstir sum slevandi úlvar, sum mundu etið okkum, men tað sloppu teir altso ikki. Embætisverkið er annar ábyrgdarin, men tykist lutfalsliga anonymt og ónevnt (Marjun Hanusardóttir var biðin, og vildi eftir øllum at døma ikki taka lut í sendingini) og so er tað tann triði skurkurin, sum er alt annað enn anonymur. Tað er Kaj Leo Holm Johannesen og ringa uppsiktin hjá tí desperata og óklæðiliga aggressiva løgmanninum verður sitandi eftir á nethinnuni hjá hyggjaranum. Hann, sum tá hann verður settur fastur av áhaldandi spurningum, flennir býtt, hyggur ilsliga til síðuna og smílist næstan infantilt og ørliga, sum um hann er líka við at blíva svakur. Tað er ikki hugaligt at síggja eina tílíka psykologiska úrlating, hetta er serstakliga pínligt, men eg  haldi ikki, at tað er órímiligt, um hugsað verður um málið sum heild. Hetta snýr seg hóast alt um størstu íløguna í føroyskari søgu, sum næstan varð samtykt. Sendingin undirstrikar í sær sjálvum stóra týdningin, sum fjøÍmiðlarnir hava fyri landið og í hesum sambandi er tað meira enn sorgblítt at staðfesta, at kritiska avísin Dimmalætting er farin í søguna. Lýsingin av tunnilsmálinum er nøktandi og kritisk í sendingini og í mun til ógvusligu støddina á gølukenda málinum, haldi eg í grundini ikki, at effektirnar eru ov nógv av tí góða. Kringvarpið og Jan Lamhauge og Jógvan Eli Dam eiga rós fyri eina væl framleidda, óbehagiliga men neyðuga dokumentarsending, sum varpar ljós á nøkur aktuel høvuðsvandamál í samfelagnum. Dokumentarsendingin Skálafjarðartunnilin - Kosta hvat tað kosta vil er public service, sum staðfestir neyðuga týdningin av fjølmiðlunum í føroyska samfelagnum. Sosialurin stríðist nú einsamallur, tí Dimma er farin á húsagang. Dagur og Vika var í summarfrí í vikuvís í summar. Eg fái kaldasveitta við tankan um hvat kundi hent, um eingir fjølmiðlar vóru. Tað ber ikki til, vit hava sum samfelag ikki ráð til at mangla fjórða statsvaldið.




(KP)