Guðrið Poulsen. MillumRúm. Framsýning á Listasavni Føroya: 11. oktober – 1. desember.
Gáva og tanki; tað er tað, sum setur dám á listina hjá Guðrið Poulsen.
Hon er útbúgvið leirlistafólk, men hevur, sum so mangir av hennara starvsfeløgum, framt eitt cross over til skulpturin, kortini trúføst mótvegis leirinum sum tilfar.
Sum leirlistafólk hevur Guðrið Poulsen brotið burtur úr nýggjum í Føroyum, har brúkiligt leir ikki er til í náttúruni. Sum skulptørur er tað kanska júst henda bakgrund, sum hevur verið atvoldin til, at hon ikki hevur verið ”tyngd” av sterku figurativu siðvenjuni, sum hevur eyðkent føroyskar skulpturar.
Í mótsetning til siðvenjuna er hennara listasnið abstrakt við tilsipingum til bæði náttúrunnar og meinniskjans heim. Hjá henni virkar arbeiðið við forminum altíð hond í hond við, at hon er hugtikin av ævigu spurningunum í tilveruni: lív mótvegis tanka, tað stokkuta mótvegis tí varandi, tann lítli heimurin mótvegis tí stóra.
Tað er baksið við slíkum stórum spurningum, sum eggja Guðrið Poulsen til støðugt at leita eftir nýggjum listabúnum.
Fyri at frysta fast her og nú vísir henda framsýning í høvuðsheitinum verk hjá Guðrið Poulsen frá 2012 0g 2013. Men tá søgan er og verður okkara rúm fyri fatan, eru nøkur dømi um eldri verk løgd afturat.
MillumRúm – millumrúm ella millum rúm. Í báðum førum: Heitið á framsýningini sipar til tey rúm, vit menniskju balast í, okkara egna lítla lívsrúm – sum vit eisini byggja – og óendaliga rúmið í alheiminum.
Tað er millum hesi rúm, at menniskjuni royna at fata seg sjálvi, og á framsýningini ber ikki bara til at kaga niður í byggilistaligu rúmini hjá Guðrið Poulsen. Vit kunnu sjálvi gerast partur av einum slíkum rúmi, við tað at hon hevur endurskapt eitt rúm í fullari stødd, sum vit kunnu fara inn í. At uppliva er ikki bara at síggja.
Ein framsýningarskrá við myndum og tekstum eftir savnsstjóra Lise Seisbøll, Danmarks Keramikmuseum, og Nils Ohrt er givið út. Tað kom væl við at, Tórshavnar Kommuna og Mentanargrunnur Landsins hava latið stuðul til framsýningarskránna um eitt skurðmyndalistafólk í menning.
Nils Ohrt
Listasavn Føroya