Í 1971 tóku nøkur ungfólk stóra sjúkrahúsið Bethania í býarpartinum Kreuzberg í távernadi Vesturberlin. Hetta átakið var byrjanin til sonevndu BZ-rørsluna, sum breiddi seg um alt Týsklands og restina av Evropa og helt á langt upp 1980-árini. Hendan húsatøkan í Vesturberlin gjørdist eisini byrjanin til eitt einastandandi mentanarhús.
Ihr kriegt uns hier
nicht raus!
Tað vóru nøkur ungfólk, sum hildu tað vera blóðskeivt at
ríva Bethania-bygningin niður, so 9. desember 1971 tóku tey húsið. Doyptu tað
”Rauch Haus”, og tey fóru at brúka húsini til ymiskt kreativt virksemi. Men
slíkum finnur samfelagið seg ikki í, og í apríl 1971 leyp politið á Bethania og
tveitti ungfólkini á dyr.
Bólkurin Ton Steine Scherbern skrivaði tá eitt lag til
politiið. Niðurlagið ljóðaði:
Und wir schreien’s laut:
Ihr kriegt uns hier nicht raus!
Das ist unser Haus, schmeißt doch endlich
Schmidt und Press und Mosch aus Kreuzberg raus.
(Og
vit skríggja tað út: - Tit fáa okkum ikki út hiðani! - Hetta er okkara hús, men
tveitið endliga Scmidt og Press og Mosch út úr Kreuzberg.)
Við
”Scmidt og Press og Mosch” meintu tey spekulantarnar og byggiharrarnar Günter
Schmidt, Heinz Mosch og Press, sum harðliga og bert við pengum fyri eygað
ætlaðu at broyta alt Kreuzberg. Í meiri enn 10 ár var hetta orsøk til ósemjur
millum privatar íleggjarar, lokalpolitikarar og tey, sum búðu í býarpartinum.
Bethania
bumbað
Bethania
varð bygt í 1847 meðan Friedrich Wilhelm IV var keisari í Týsklandi. Nógvir
arkitektar voru við í arbeiðinum at tekna Bethania, har eisini ein stórt grønt
øki var knýtt at. Millum arkitektarnar vóru Ludvig Persius, Theodor og helst
eisini næmingar hjá Karl Friedrich Schinkel, sum var gitnasti klassisitiski
arkitekturin í Týsklandi tá.
Í
næstan 100 ár var Bethania háborg og miðdepil fyri læknavísund, men undir
seinna verðinskríggi fórust bygningarnir illa av bumbing. Hóast bygningarnir
vórðu bygdir uppaftur í 40-unum og 50-unum, so gjørdist Bethania ikki aftur
nakað miðdepilssjúkrahús.
Tá
Berlin var býttur í eystur og vestur vóru hvørki nokk av sjúkrasystrum ella
sjúklingum og í 1970 var bara avgjørt at ríva bygningin niður.
Tey
vaksnu eru ikki altíð kúbýtt
Søgan
um Bethania heldur fram í 1972, og tað sá ljósari út fyri bygningarnar.
Ungfólkini, sum árið fyri høvdu tikið bygningin, høvdu megnað at sett ferð á so
nógvar spennandi verkætlanir, at sjálvt tey mest vaksnu og tey størstu
tvørballini dugdu at síggja, hvussu tápuligt tað var at ríva Bethania niður og
byggja parkeringspláss og keðiligar íbúðarblokkar.
Bethania
lat uppaftur, sum ” Kunstquartier Bethanien” og er enn til, sum ein mentanar-
og listastjørna í Berlin. Har eru óteljandi atelierpláss til týsk og útlendsk
listafólk. Tey útlendsku kunnu eisini búgva í bygningunum. Har eru
framsýningarhallir, grafiskir verkstaðir, musikkskúli, miðlaverkstaður, fleiri
fotostudio, biografar, sjónleikarhús, listaskúlar, dramaskúlar, filmstudio og
dansiverkstaðir.
Kunstquartier Bethanien er nú ein risastór royndarstøð
fyri listarliga menning, ein frágera tilgerð, sum hevur verið við til at gera
Berlin til høvuðsstað listsins.
Byggir
á anarki
Í dag
eru nógv lønt professionell fólk í starvi í Bethania, men tað anarki, sum var
støðið undir tilgerðini, tá ungfólkini tóku bygningarnar, er enn til staðar.
Tað sæst aftur í óendaligu kronglutu gongdunum, og ovurstóru trappunum, sum eru
dýggjaði undir í grafitti – bæði tí slagnum, sum er ætlað sum list og tí
slagnum, sum mest sæst á almennum vesum. Eisini uttanfyri hanga ymiskir
mótmælisdúkar við politiskum herrópum um alt frá kjarnorku til kvinnukúgan.
Men anarkiið sæst eisini aftur eitt sindur djypri í tí
hugskotinum, sum bygningarnir verða leiddir eftir. Húsið er opið fyri øllum
sløgum av listafólki innan allar listagreinir og listagreinirnar bjóða hvørjari
aðrari av, hvala vanahugsan hjá hvørjari aðrari, læra hvørja aðra nýggjar
hættir at hyggja eftir heiminum. Saman skapa listagreinirnar eitt anarki, sum
tykist ótrúliga týdningarmikið og rætt. Tí júst har, har sum vit flyta okkum
frá tí mátanum, sum vit hava lært at skoða heimin, har mitt í anakinum føðast
nýggir sjónarringar, heimurin víðkast og nýggj vitan vinnur fram.
Romantiskt anarki
Sjálvandi nærkast tað romantikki, tá man óvandin hálovar
anarkii og hugdroymir um, hvussu bæði stór listafólk og stór vísundafólk altíð
vóru anarkistar í hjartanum. Men Bethania stendur sum eitt livandi prógv um, at
anarki onkuntíð riggar og at anarki onkuntíð er neyðugt.
Ungu anarkistarnar, sum tóku Bethania, bjargaðu ikki bara
einum varðveitingarverdum bygningi, tey skaptu eisini ein listapall, og tey
skaptu nýhugsan, sum krevst fyri framgongd í einum samfelag.
Úr Berlin til Føroyum
Í november 2012 mæltu Sunleif Rasmussen, tónaskald og
Teitur Lassen, tónleikari, øllum listafólkum við sjálvsvirðing um at boykotta
øll tiltøk, sum almennu Føroyar standa fyri til tess at mótmæla skerjingunum av
íløgum landsins í mentan og list.
Eftir fáum viku vóru fleiri enn hundrað listafólk, sum
tóku undir við hesum boykotti. Men hetta var ikki viðgjørt í almenna kjakinum,
sum nakað, ið hevði søguligan týdning. Har var tosað nógv um, at tað ikki var
nóg greitt lýst, hvussu boykottið skuldi fremjast. Júst hetta, at boykottið
ikki var orðað, sum ein løgtingslóg ella kunngerð ella byggisamtykt við røttum
løgfrøðiligum vendingum, gjørdi at boykottið misti virði.
At boykottið hevði anarkistist snið var ikki góðtikið,
sum tað slag av anarki, sum roynir at kvala vanahugsan. Boykottið var viðgjørt,
sum eitt uppskot til løgtingslóg, sum eitt slag av óreglusemi í tí logikkinum,
sum vit hava lært at síggja samfelagið útfrá. Sum um vit øll vóru embætisfólk,
sum skulu syrgja fyri at alt verður framt og útint sambært galdandi
reglugerðum.
Tá bólkurin Ton Steine Scherben í 1972 sang "Ihr
kriegt uns hier nicht raus, das ist unser Haus" - Tit fáa okkum ikki út
hiðani, Hetta er okkara hús – var tað eisini álvarsamt brot á vanliga logiska
hugsan, tí í roynd og veru var tað ikki teirra hús. Týski staturin hevðu júst í
1970 keypt húsini frá evangelisku kirkjuni fyri 10,5 milliónir deutschmark.
Staturin átti húsini. Men tað er ikki altíð skilagóða logiska hugsanin, sum
rekur eitt samfelag frameftir og tøkan av Bethania rak í roynd og veru týska
samfelagið frameftir til nakað betur.
Pylsur í Sandágerði
Í juni í ár bjóðaðu Sunleif Ramussen og Teitur Lassen
vanligum fólki og listafólki pylsur í Sandágerði. Hetta var bara eitt evarska
lítið vinarligt tekin um, at anarki eisini er hóma í Føroyum.
Eg fekk onga pylsu, tí eg var í Berlin. Har las eg millum
annað eina grein, sum Robin Engelhart, rithøvundur, hevði skrivað. Hann vaks
upp í Eysturberlin og í eini atfinningarsamari grein um egnar landsmenn kom
hann fram til, at eysturtýskarar vóru eitt fólkaslag, sum lúnut góðtók
ræðuleikarnar hjá nasismuni í 30-unum og 40-unum, sum síðani lúnut góðtók
kúganina, sum kommunisman stóð fyri og at enda lúnut góðtók ta trælkan sum
kapitalisman hevði við sær.
Eg merkti einki til hetta lúnuta samtykkið av, at
soleiðis er støðan nú einaferð í Berlin, men eg merkti anarkiið og stóra
týdning, sum tað hevur havt fyri samfelagið og fyri listina. Eg sendi ein
hjartaliga tanka til listafólkini heima, sum ikki bara lúnut góðtóku
skerjingarnar í listastuðlinum, men tonktu eitt sindur anarkistiskt.
Vit hava brúk fyri embætisfólkum, sum hugsa sum
embætisfólk, men við allari virðing, hava vit eisini brúk fyri listafólkum, sum
ikki hugsa sum embætisfólk, bæði fyri listsins skyld og fyri samfelagsins
skyld.
Vit hava brúk fyri okkara vælsignaðu listafólkum, sum
mæla til ólogisk boykott og bjóða pylsur – tori eg at siga - við tí vanda sum
er fyri at tykjast tilgjørd.
Inger Smærup Sørensen