Í sambandi við, at tað í ár eru 100 ár síðani Janus Kamban varð føddur, seta vit her ein lítlan tekst inn um hansara grafikk, sum er úr bókini Livandi List. (2008)
Janus Kamban hevur verið partur av
allari føroyskari listasøgu, og hevur yvirhøvur borið føroyska list fram á
leið. Sjálvandi er tað ófólkaligt at tosa um aldur, men Janus Kamban er føddur
sama ár sum Ruth Smith. Hann er eldri enn Ingálvur av Reyni, eldri enn Jack
Kampmann, eldri enn Hans Hansen og Steffan Danielsen, og hann er trý og tjúgu
ár eldri enn Zacharias Heinesen, sum er næstelstur í hesi bók.
Tá eg nú kortini
havi verið so framlig at rógva fram undir, at Janus Kamban er vorðin ein gamal
maður, so fari eg ikki, við míni fátæksligu vitan um myndhøggaralist, at
viðgera høggmyndir hansara við míni lummafilosofi. Mín niðurstøða er stutt
tann, at hansara høggmyndir eru at meta sum týdningarmikil verk í
heimslistarligum høpi, og at vit í teimum kunnu finna óteljandi listarligar
sannkenningar í upprunaligum skapi.
Annars fari eg í
holt við grafisku verkini hjá Janusi Kamban. Tey, meti eg, hava fingið alt ov
lítla viðgerð.
Hugtakið ukiyo-e er knýtt at tí heimspekiligu
hugsanini, at alt er stokkut. Í grafisku verkunum hjá Janusi Kamban er tann
stokkuta løtan ein týdningarmikil partur. Tað, sum er ótrúligt, og tað einasta,
sum skilir verkini hjá Janusi Kamban frá løtulýsingunum hjá teimum fronsku
impressionistunum, er, at løtan hjá Janusi Kamban samstundis eisini hevur ein
serligan frið. Tað stokkuta tykist at vera ævinliga galdandi. Tað stokkuta er
bylgjan, ið ferðast inn móti landi, fuglurin, ið flýgur framvið í luftini, ella
skýggini, ið ferðast fram við fjallinum. Men hjá Janusi Kamban fær tað, ið hendir
her og nú, ein størri týdning.
Tað gerst til
nakað støðugt, okkurt sum er, okkurt varandi. Eg haldi, at evnini at kunna gera
tað stokkuta til nakað, sum er ævinliga galdandi, hava samband við ta
sannkenning, at lívið alt er samansett av løtum.
Løtan verður
upphevjað til ein sannleika um okkara tilveru. Hon verður upphevjað til ein
trúgv ella eina filosofi. Tí tann ’flótandi heimurin’, har okkara lív verður
livað, er einasti veruleikin, vit kunnu samanbera okkum við, og tí er tað í tí
stokkutu løtuni, vit skulu finna vísdóm um okkum sjálvi.
Janus Kamban hevur evnað at víst
okkum, at løtan hevur ein sannleika. Hann hevur evnað at geva ta stokkutu
løtuna víðari á so friðarligan og friðsælan hátt, at vit skilja ein part av tí,
ið hann hevur skilt. Orsøkin til, at hann kann geva okkum løtuna og gera hana
til ein sannleika í okkara lívi, er sjálvandi tann, at Janus Kamban hevur eitt
so sjáldsama gott forstáilsi fyri teimum ymsu eginleikunum. Hann hevur eygleitt
og granskað alt væl og virðiliga, mannakroppin, djórið og náttúruna, í síni
leitan eftir tí innasta í øllum og ger tað til eina sannleika í okkara lívi.