Fríggjadagin læt upp framsýningin MillumRúm hjá Guðrið Poulsen í Listasavni
Føroya, sum varir inntil fyrsta desember 2013. Framsýningin er skorin yvir sama
leist sum hinar framsýningarnar, sum savnsleiðarin Nils Ohrt higartil hevur
skipað fyri í Listasavninum. Tað er í grundini heilt sjáldsamt hvussu nógv
settuppið líkist frá framsýning til framsýning heilt frá uppseting til miðlan, tó at tey avvarðandi listafólkini
hava verið rættiliga ymisk. Framsýningin er tessvegna ikki so ólík framsýningini hjá Tróndi Patursson sum mann skuldi hildið og tað sama er galdandi fyri katalogið. Hetta nýggja katalogið minnir um katalogið til Hanna Bjartalíð framsýningina bæði í sinn og skinn við nøkrum útvaldum verkum, sum eru avmyndað saman við nøkrum keldum til íblástur, umframt tveir tekstir.
Stjórin í Danmarks Keramikmuseum, Lise Seisbøll hevur skrivað ein drúgvan
tekst um keramikk sum tøkni og um keramiska hevd í Norðurlondum, sum er gjølligur og helst
eisini áhugaverdur hjá summum. Teksturin er informativur, men eg má viðganga, at hann mest av øllum fekk meg at hugsa um
hvussu keðiliga, eg haldi tílíka fótformaða norðurlendska leirlist vera. Tungt
og skilagott og brúnt hondverk
uttan sprell ella fnis ella tanka fyri de-skilling ella bad art ella yvirhøvur
fyri nøkrum av tí, sum bjóðar av og sum ger samtíðarlist og samtíðardesign áhugavert og stuttligt. Og nevnda hugburðin, at listahandverk er minni fínt enn list, finnur mann í
grundini mest millum listahandverkarar, sum heldur vilja vera listafólk enn
listahandverkarar, spyr meg ikki hví! Lise Seisbøll skrivar um hetta á síðu 35-37 í kataloginum, sum annars er snotiligt við nakað nógvum villum í tekstinum.
Framsýningin fyllir allan tann gamla framsýningarsalin í Listasavninum. Uppi á balkongini standa nøkur eldri verk, m.a. nøkur av teimum organisku leirobjektunum, sum eg havi sæð fyrr og sum savnið møguliga eigur. Harumframt standa tvær húsastandmyndir yviri við vindeygað, ein kubusformað og so Bábelstornið frá 2009, sum er áhugaverd tilfarsliga sæð við rusuta flættiverkinum, sum minnir um eitt avtoftað torn. Niðri í salinum eru trý stór verk/rúm, og aftanfyri eru smærri verk, m.a. flættiverksobjekt, sum standa á einum borði, umframt tvær venusvariatiónir. Inni á gomlu skrivstovuni sæst ein filmur, sum kallast fyri Rúm Roborovski, har tveir smáir hamstarar síggjast inni í einari húsastandmynd. Samanumtikið er hetta ikki nøkur øgiliga vánalig framsýning, men hon er heldur ikki serliga góð í og við, at hon roynir at fevna djúpari og breiðari enn hvat listakvinnan megnar. Millumrúmini millum verkini tykjast tessvegna ikki listarliga gróðrarmikil og dynamisk, men sýnast heldur fámælt fyri ikki at siga tómlig. Guðrið Poulsen hevur í mong ár arbeitt sum listahandverkari, sum hevur evnað til hópin av rundum, fjálgum thekannum og koppar og skálir og nakrar fínar ljósastakar, víngløs, lekkur sushisett osfr. Harumframt hevur hon arbeitt sum skulptør og hevur tikið lut á fleiri framsýningum við nøkrum væl eydnaðum organiskum objektum m.a. Samstundis hevur hon teknað og hon hevur øll árini havt stóran áhuga fyri alskyns listasløgum, m.a. byggilist. Eingin ivi kann vera um, at Guðrið Poulsen hevur áhuga og hugsanir um list, tað havi eg t.d. sjálv upplivað, tá hon var ein framúr góður kvøldskúlalærari hjá mær og øðrum, og innan ymiskt listfakligt arbeiði. Men hvørki hetta ella tey nýggju verkini við listasøguligum fótafarum, antin talan er um Le Corbusier ella Colosseum, fáa meg sannførda um, at Guðrið Poulsen er eitt ástøðiligt listafólk við hugskotsgrundaðum mannagongdum. Hennara útgangsstøðið tykist tvørtur í móti serstakliga ítøkiligt við denti á tað taktila og tískil er veikasti parturin av framsýningini tey verkini, sum skulu vera konseptuel. Tí eri eg grundleggjandi ósamd við Nils Ohrt, tá hann skýrir Guðrið Poulsen at vera eitt hugtaksligt ella konseptuelt listafólk, eins og eg haldi tað vera spell, at framsýningin í so mikið stóran mun er merkt av heldur veikum, hugskotsgrundaðum verkum.

Nils Ohrt viðger fyrst og fremst Guðrið Poulsen sum skulptør og her líður
hansara tekstur av einum álvarsligum miðlanartrupulleika í og við, at honum
vantar myndadømi um sentral uppáhald, sum tessvegna koma at hanga í leysari luft.
Tá tað t.d. stendur, at Guðrið Poulsen longu í 2005 sýndi fram nakrir hús-skulpturar,
skuldu vit sjálvandi sæð nøkur myndadømi í kataloginum, tá hesi verk eftir øllum at døma hava sett eina kós í
listini hjá listakvinnuni, sum førir fram til í dag. Eg helt sjálv, at tað var í
sambandi við verk hjá Hanna Bjartalíð, at orðið "húsastandmynd"
yvirhøvur varð uppfunnið á føroyskum, men tað hevur verið seinni enn í 2005, so
listasøguliga er hetta jú áhugavert, hvør teirra var fyrst. Á framsýningini í Listasavninum kom eg faktist fleiri ferð í tankar um tær framúrskarandi húsastandmyndirnar og um tornini hjá
Hanna Bjartalíð úr endurnýtslutræ, sjálvt um tilfarið hjá Guðrið Poulsen jú er nakað heilt annað. Eftir mínum tykki hevur tað áhugaverda í framsýningini MillumRúm við tilfarið at gera, og her hugsi eg altso um leir, tí tað er tað tilfarsliga, hitt lívrunna leirið og tann sansaligi formurin, sum tað snýr seg um í bestu verkunum hjá Guðrið Poulsen.
(KP)