Saturday, October 5, 2013
Flata kaninin er flúgvandi
Bókadeild Føroya
Lærarafelags boðar frá, at sáttmáli er undirskrivaður við forlagið Owlkids í
Toronto, sum hervið hava fingið rættindi til at týða ta fínu fløtu kaninina hjá
Bárði Oskarsson til enskt og selja hana í USA og Kanada. Tað er ikki á hvørjum
degi, at føroyskur bøkur koma út over there, men tað hevur henda so megnað. Og
vit mugu sanna, at bøkurnar hjá Bárði fanga í eygunum á útlendingum. Flata
kaninin er týdd til danskt, norskt, týskt og nú skjótt eisini til enskt. Tær
fimm myndabøkurnar hjá Bárði eru tilsamans týddar til seks ymisk mál og eru
komnar út í Danmark, Íslandi, Noregi, Týsklandi, Frankaríki og skjótt í USA og
Kanada. Bárður Oskarsson fekk í 2007 Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs.
Labels:
Barnabókmentir,
KP