Friday, October 18, 2013

Altjóða listabiennala í Lyon


Hetta verkið er við á tólvtu biennaluni í Lyon, sum íslendski Gunnar B.Kvaran kurateraði. Biennalan er sett saman av verkum hjá sjeytisjey listafólkum, og evnisliga er hon miðsavnað um søgur, um narratión í einum samansettum, globaliseraðum heimi. Myndin er ein samanseting hjá Jeff Koons í nógvum løgum, sum m.a. ímyndar hansara egnu fotomynd av sjónleikaranum Gretchen Mol, ílætin sum 50´aramodellin Bettie Page, sum slongir eini uppblástari apu ein muss meðan hon situr oman á einari uppblástari delfin framman fyri nøkrum standmyndum - onkur teirra minnir um klassiskar venusmyndir og so er ein eldri, ein arkaisk gróðursemisfigurur av onkrum slag vinstrumegin í myndarúminum. Øll herligheitin av meira og minni fúlum, symbolskum myndalutum úr nýggjari og gamlari mentan er sett á eina bjart litaða mynstruta bakgrund við áteknaðum primitivum brúnum tussjlandslagi. Og liggur tað ikki ordiliga fyri at fara til Lyon beint nú, so unti tú tær at síggja myndina og at lesa myndalýsingina og hetta er jú ein uppliving í sær sjálvum. Gott vikuskifti!





(KP)