Í gjár fór tann næsta mentanarsendingin hjá Kringvarpi Føroya og Norðurlandahúsinum av bakkastokki, og eg haldi, at hon gekk enn betri enn tann fyrra. Uppskotið við hesum grannasamstarvinum millum Kringvarpið og Norðurlandahúsið er enn líka gott og so upplagt, at tað er óskiljandi, at mann ikki hevur gjørt tað fyrr. Kanska kundi tað tá verið eitt uppskot at havt nøkur ummæli við næstu ferð, tey kunnu t.d. vera forproduseraði, men eini trý ummæli av bók/fløgu/framsýning ella onkrum øðrum kundu givið enn meira substans haldi eg. Næsta mentanarkaféin verður í november og eg gleði meg. Viðmælast kann øllum at fara niðan í Norðurlandahúsið meðan sendingin verður upptikin, øll eru vælkomin og har er hugnaligt at sita í Borðkróki á mentanarkafé. Her eru nakrar myndir frá tiltakinum.
Sif Gunnarsdóttir og Sunleif Rasmussen
Samrøða við Rakel Helmsdal
Samrøða við Marjuna Syderbø Kjelnæs
Fólk lurta hugtikin eftir Eygu tíni tvá
Pia Rosenbaum greiddi livandi frá leikinum, sum hon fer at framføra í Nlh í kvøld
Tríggjar væl syngjandi damur
Ummælaraprát
Marius
Kári Sverrison framførdi nøkur løg, sum hann hevur gjørt til yrkingar hjá Jóanesi Nielsen
(KP)