Føroya Symfoniorkestur hátíðarheldur 30 ára stovningardag sín í 2013, og ársins heystkonsert verður tí nakað serligt. Frumframførsla verður av nýggja verkinum Veitsla eftir Sunleif Rasmussen, russiski pianisturin Pavel Raykerus kemur at spæla klaverkonsert nr. 1 eftir Tchaikovsky, og orkestrið fer eisini at framføra kenda verkið Enigma Variations eftir Edward Elgar. Orkestrið framførir somu skrá á fyrstu konsertferð síni til Íslands, har tað spælir í nýggju konserthølunum í Hørpuni í Reykjavík og Hof í Akureyri. The Faroese Symphony Orchestra and Russian pianist Pavel Raykerus perform Tschaikovsky, Elgar and Rasmussen. 20. oktober kl. 16.00 Atgongumerki: 180 kr. Fáast á nlh.fo. Konsertin er útseld og enn hava vit ikki hoyrt um nakra eykakonsert. |