Wednesday, October 2, 2013

Rá list


Eg havi verið mær ein listasvipp á netinum, m.a. á heimasíðuni hjá Artforum. Onkuntíð kann oyggjastøðan tykjast eitt sindur klaustrofobisk, serliga í mun til listaupplivingar og tá er tað befríandi um ikki annað at kunna fara á netið at hyggja at hvat onnur gera langt burturi frá okkara egna lítla dunnuhyli.

Amerikansku samtíðarlistafólkini eru sera ymisk, sjálvandi. Eg haldi, at tað er serliga spennandi at síggja stóra og støðuga áhugan fyri tí ljótu listini í USA, t.d. hjá Judith Bernstein (f.1942), sum í seinastuni hevur fingið eitt satt gjøgnumbrot við síni feministisku, spontanu, ráu og vulgeru list, sum hon byrjaði uppá í 60´unum. Her er ein nýggj mynd, sum hongur á framsýningini í The Box, sum hon hevur í løtuni í Los Angeles.

Eg fann eisini tvær myndir hjá radikalu amerikansku listakvinnuni Lee Lozano (1930-1999), sum eg somuleiðis seti inn her saman við nøkrum av hennara víðgongdu útsagnum.

Niðast seti eg nakrar myndir hjá Tóroddi Poulsen, sum er tann einasti føroyski listamaðurin, sum er nóg ráur og radikalur at koma við í hetta selskapið. Eg haldi, at hansara estetikkur í støðum minnir heilt nógv um tann amerikanska og forrestin er niðasta myndin "Vár" í løtuni partur av framsýningini Skærur vindur í Steinprenti.





Lee Lozano: Uttan heiti (1963)



Sitat: Lee Lozano


Lee Lozano: Uttan heiti (1963)


Tóroddur Poulsen: Onga viðmerking (2012)

Tóroddur Poulsen: Birgitta 32 ár og grindamaðurin 53 og hini. Steinprent frá 2005.

Tóroddur Poulsen málar Harra Hol á Ólavsøkuframsýningini 2013


Tóroddur Poulsen: Harra Hol vil hava kynskvotu (2013)


Tóroddur Poulsen: Birgitta... (2013)



Tóroddur Poulsen: Snillatræ (2010)


Tóroddur Poulsen: Vár (2007)




(KP)