Steinprentini hjá Julie Sass benda á, at danski málarin stótrívist í litografiska miðlinum, sum hon hevur roynt á fyrsta sinni í Steinprenti. Hon hevði ikki verið leingi á verkstaðnum áðrenn hon fór undir at eksperimentera við tøkninum fyri at kanna hvat kann fáast burtur úr steininum. Men tað er kanska ikki so løgið fyri eina listakvinnu, sum á ein so seriøsan, konsekventan og áhaldandi hátt kannar tøkni og tilfar í øllum tí, sum hon ger, og sum altíð fokuserar uppá prosessina, tá hon t.d. málar. Hon hevur gingið á akademinum í Keypmannahavn, men gjørdist serliga kveikt í New York, har hon tók MFA á universitetinum við sergrein innan málarí. Í New York arbeiddi hon m.a. fyri Yoko Ono og eisini tær royndirnar og upplivingarnar saman við amerikanskari fluxuslist hava gjørt henni mun. Eg haldi, at hennara prentmyndir tykjast ódanskar onkursvegna, um til ber at siga so, tær bera brá av at vera altjóða list í familju við amerikanska hard edge hevd. Til tey tvey stóru prentini brúkt Julie Sass eitt toystykki, sum hon sjálv hevur seymað soleiðis, at samanseymingin í stóran mun er við til at definera kompositiónina í abstraktu myndunum. Tað var í New York, Julie Sass møtti týdningarmikla listaummælaranum og universitetslæraranum Barry Schwabsky, sum ummælir í The Nation, umframt at hann skrivar fyri Artforum og Art in America. Hann hevur skrivað fleiri bøkur og katalogtekstir um m.a. Matisse, Jessica Stockholder og í einari lítlari vakrari bók um Julie Sass, sum Revolver Publishing gav út í fjør, hevur Schwabsky skrivað ein áhugaverdan tekst um listina hjá Julie Sass. Hann heldur, at verkini hjá Sass kundu havt felagsheitið "The Revenge of the Excluded Middle", tí hann heldur, at listakvinnan dyrkar støður sum bæði-og ella næstan í sínum verkum.
Dyrkanin av millumstøðum er helst eisini ein orsøk til, at prosessin tykist so týðilig í verkunum, sum eru bygd upp eins og ein óregluligur, samansettur strukturur av rektangulerum og skákhyrntum skapum. Myndirnar hjá Julie Sass eru ikki lættar at lýsa júst tú tær dyrka økið "in between" og eisini eru fullar av bygnaðarligum mótsetningum. Figurarnir eru settir upp á eitt dekorativt piedestal og tað gevur teimum ein ávísan monumentalitet samstundis sum skeivleikar og fínligi materialiteturin í tí stóra, ljósa forminum bendir hin vegin yvir á okkurt skroypiligt. Hetta eru gátuførar myndir, sum flyta seg undan fatanini, og sum tú tessvegna kanst blíva við at grunda yvir.
Ein stórur steinur
Jan, Julie og Fríða arbeiða
Samstarv
Litir
Blátt
Rólant er eisini settur í sving
Listakvinnan
(KP)