Sambært kalendaranum á heimasíðu Listasavnsins skilst, at Guðrið Poulsen skal hava serframsýning í Listaskálanum, sum letur upp fríggjadagin klokkan 16. Vit gleða okkum til framsýningina, men undrast um vantandi aktivitetin á heimasíðu savnsins og yvirhøvur vantandi miðlingina av framsýningum í Listasavninum. Listasavnið eigur at gera meira burtur úr at miðla sínar framsýningar úti í samfelagnum. Sum nú er, er tað eins og savnið hvørvur úr medvitinum hjá fólki og tað kann ikki bera til, tí fólkið eigur Listasavnið.
(KP)