Tóroddur Poulsen: Meðan vit læra jørðina føroyskan dans
Tað er sjálvandi ikki listabloggurin sum hevur funnið uppá uppbyggiligu orðingina í dagsins yvirskrift. Hon stavar frá portalinum í gjár og siterar Kaj Leo
Holm Johannesen, løgmann, sum í drúgvari røðu á Arctic Circle
ráðstevnuni í Reykjavík heldur óvæntað brúkti føroyska dansin sum
mynd í mun til framtíðar samstarv millum londini í Arktis. Skeptikarar vilja kanska halda,
at Føroyar ikki liggur heilt í Arktis, men tað eru vit altso sambært tú nýggja víðkaða
Arktis-hugtakinum. Røðan hjá løgmanni var hildin á kontemporerum
norðurlendskum, t.e. enskum, og løgmaður segði m.a. við íslendska forsetan "Mr President, the vision
of an Arctic Circle that you have taken the initiative to launch here today
makes me think of one of our own unique cultural traditions in the Faroe Islands , one that is still very much alive today. I am of course referring to the famous traditional Faroese
ring dance – or chain dance. For those who are not familiar with it, let me
explain. It usually starts as a small, tight circle of people who join arms and
hands and begin to recite an ancient ballad together. The circle moves around
with the simple rhythm of their feet, in pace with the verses of the ballad –
two steps to the left, one to the right. As more people enter the circle – and
anyone is free to join in or leave at any time – it starts to wind and bend in
and out. It is no longer a perfect circle, but a meandering and dynamic chain,
filling up the entire room with sound and movement.".
Fyri ein lista- og mentanarmiðil er henda røðan áhugaverd á so mangan hátt, og hon passar jú eisini sum fótur í hosu til avgerðina hjá landstýrismanninum í mentamálum um at stuðla føroyska dansinum. Umframt ta avgerðina og so hinari ketta-burtur-úr-høvdatrog-avgerðina um stuðulin til føroyskan film, sum vit enn mangla at fáa útgreinaða, eru visiónir ikki gerandiskostur frá mentamálaráðharranum. Tess meira áhugavert er tað at lesa eina røðu frá løgmanni, sum tykist taka tráðin upp frá teimum frálíku meldurmyndunum hjá Tóroddi Poulsen við heitum sum "Meðan vit læra jørðina føroyskan dans", har smáu súkklararnir ferðast runt á myndaflatanum í heldur ójøvnum rundleittum rørslum og so hin myndin "Tá vit hava lært jørðina føroyskan dans", har dansiringurin eyðvitað er meira javnt rundur.

Føroyski
veruleikin er borgarligur og eg kann ivast í um fólk eru greið yvir hvussu nógv
tað ávirkar okkum øll og okkara hugsunarhátt, at toppurin er bláur og kaldur uttan veruligan áhuga
fyri teimum, sum ikki formáa at skaffa sær sjálvum fíggjarligar fyrimunir. Kári
P sang einaferð í Gullkálvavalsinum: "Skulu vit dragsa, lata tey nassa, nei so missur dansurin
ferð". Vit skulu arbeiða og vit skulu
arbeiða meira og tað dragnar millum stættirnar og hesum mugu vit smyrja okkum við í
nøkur ár aftrat. Men vit mugu ikki lata høgrasnaringina ávirka okkara tankar um
satiru, list ella taktikk og krevja, at okkurt býr aftan fyri alt, sum verður
gjørt ella, at alt verður gjørt við beráddum huga, tí tað verður tað ikki.
Tá Heini Festirstein í
síðstu viku smekkaði eina satirumynd á facebook sum viðmerking til miseydnaðu
misálitisroyndina hjá andstøðuni, funnust summi at myndini. Gunvá við Keldu var ein teirra, og hennara motivatión hevur partvíst nakað við tign at gera, í viðmerking á in.fo sigur hon m.a:" ...Hetta er ein spurningur um etikk og moral, ella kanska
spurningur um virðingina fyri landsins kosnu og virðingini fyri okkum sjálvum.
Tað er stórur munur á stuttligu tekningunum vit hava upplivað í dagbløðunum,
sum ein karikaturur og so at taka eina vanliga mynd og gera hana um, soleiðis
sum Heini hevur gjørt! Eg haldi á ein ella annan hátt, so gongur tú fólki ov
nær, tá ið tú fert at manipulera við veruligum myndum av teimum, tað kann vera
myndir tey sjálvi hava lagt út, sum vera "misbrúktar"! Um vit hugsa
um tað sum gekk fyri seg henda dagin í tinginum, so var tað alt annað enn
stuttligt, tað var ógvuliga álvarsamt!"