Friday, October 11, 2013

Myndlist Miðstig 1 hittir Svend-Allan Sørensen


Svend-Allan Sørensen hevur enn einaferð gjørt eitt ordans hál í Steinprenti, og hevur higartil fingið heili 29 prent træ- og steinprent burturúr. Ein miðstigsflokkur í myndlist í Hoydølum nýtti høvið at vitja verkstaðin, at síggja og hoyra Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku greiða frá steinprentstøkninum og at uppliva listamannin og hoyra hann greiða frá um list og um lívið sum listamaður.  Eg haldi, at onkur av næmingunum gjørdist eitt sindur kløkkur av listamanninum, t.d. tá  hann greiddi frá, at hann so gott sum altíð googlar síni myndevni, sum hann printar út, og sum hann síðani yvirførir á steinin.

Konseptlist er eitt ógvuliga vítt og torskilt hugtak, men mín varhugi av, at tað helst er enn verri at fata konseptlist í Føroyum enn aðrastaðni varð enn einaferð váttaður í dag. Eg veit ikki um orsøkin er, at myndlistin í Føroyum er so mikið ung sum hon er, at tað er lutfalsliga stutt síðani, at tað fyrsta ættarliðið av føroyskum listarfólkum doyði (Ingálvur av Reyni doyði í 2005, Janus Kamban í 2009). Brúkslistin, bátasmíð, binding og yvirhøvur brúkslistarliga hevdin tykist nógv sterkari í Føroyum og tá er tað nattúrligt, at tað handverksliga hevur ómetaliga stóran týdning her hjá okkum. Men eyðvitað eru tey ungu skjóttfatandi, so man ikki okkurt spennandi kann koma burtur úr teirra konfrontatión við konseptlistina. Svend- Allan Sørensen greiddi frá hvussu Claus Carstensen hevði skipað fyri, at hann kom til Føroya at arbeiða í Steinprenti og so segði hann eitt sindur um list og at vera listafólk.

- Tað, sum er mest umráðandi, segði Svend-Allan Sørensen við tey ungu fólkini, er at gera tað, sum mann vil og ongantíð tað, sum onnur vænta av tær. Tað ringasta er at royna at gera eitt listaverk, tí tá blívur tað ikki til list. At vera listafólk er at skýggja allar vónir hjá øðrum til tín og tað, tú gert og í staðin gera títt egna, sum tú so kanst risikera, at eingin annar skilir. Ein næmingur spurdi ógvuliga skilagott hvussu mann kundi skyna á hvat var gott og nær tað var vánaligt og her svaraði listamaðurin, at einki annað er at gera enn at líta á tín egna varhuga. Sjálvandi eru serfrøðingar, sum hava nøkulunda skil á list, men grundleggjandi er listin ábyrgdin hjá avvarðandi listafólki. Teksturin á spildurnýggja prentinum, sum vit sloppu at síggja meðan tað varð prentað og altso kom til verðina, kom ógvuliga væl við í hesum sambandi og listamaðurin legði dent á, at hann júst lýsti neyðugu kensluna hjá einum listafólki. Á prentinum, sum ímyndar ein hamara, stendur: SCREW IT ALL. 

Temaið, sum myndlistflokkurin arbeiðir við í løtuni er Mynd & Orð, altso myndlist, sum onkursvegna inniheldur orð og setningar og tá er tað av sonnum veldugt, at tað ber til at hitta ein tílíkan listarligan kapasitet sum Svend-Allan Sørensen, sum í nógvum av sínum myndum brúkar ymisk sitat, sum hann finnur alla møguliga staðni, í sangum, yrkingum, og ymsum orðingum sum hann  hoyrir og sær í fjølmiðlum og tilfari, sum hann t.d. finnur, tá hann googlar ella í øðrum samanhangum. Orðingin á tí nýggja bláa prentinum av einum fugli kemur frá eini skemtisøgu, sum sonur listamansins segði, tá hann kom heim úr skúla ein dagin. Fuglatekningin, sum í sær sjálvum tykist rættiliga einføld og óserlig, gerst stuttlig, óskikkiliga fitt og serstøk við tekstinum. Listamaðurin er enn sum áður hugtikin av fuglum, men eisini av vápnum, og fleiri av nýggju myndunum eru skotmyndir, altso prent av plátum, sum hann hevur skotið við ymsum vápnum, pistól og pumpgun. Ein lítil røð er av einum skotdialogi, sum hann hevði við ein amerikanskan anti-Obama vápnafegnan mann í Wiscounsin, her hevur hann prenta ymsar lutir, burturkast úr kjallaranum hjá hesum manni, sum teir brúktu sum mið. Fleiri av nýggju verkunum eru træprent við orðum, sum eru prentað á grátt pappír. Eg havi enn ikki sæð øll, men tey kundu sæð út til at líkjast Svend-Allan Sørensen verkum, tvs. at tey eru merkt av einum eyðkendum blandi av ítøkiligum, sjálvsøgdum, men óforkláraðum útsagnum, sum í hansara samansetingum bæði kunnu vera merktar av fínum skemti og stillari poesi, men sum av sonnum eisini kunnu tykjast primitiv og rá. 

























 (KP)