Théodore Géricault málaði hesa framúrskarandi myndina í 1818-19, tá hann var 27 ára gamal. Hon snúði seg um neyðina á einum timburflaka, sum fólk frá fregattini Medusa høvdu bjargað sær uppá, tá skipið sakk. Myndin er eitt meistaraverk, og ein sannførandi lýsing av vónloysi, sum listamaðurin eisini brúkti fyri at peika á óskilið á franska stýrinum tá. Eg havi leitað myndina fram í sambandi við tað, sum hendir við oynna Lampedusa, har flóttafólk í hópatali royna at sleppa til. Nú er aftur ein stór vanlukka hend og fleiri hundað fólk, børn og vaksin druknað við Lampedusa og hetta er ikki fyrsta vanlukka við oynna. Lampedusa er ein áhaldandi sorgarsøga, sum eftirhondini er vorðin ein skemdarblettur hjá øllum vesturheiminum, eisini hjá okkum í Føroyum. Hetta eru flóttafólk, menniskju, sum líða neyð, sum flýggja undan kríggi og neyð og sum púra desperat royna at koma sær til Europa. Eitt er vist, Italia kann ikki einsamalt bera alla ábyrgdina fyri ræðuleikunum við Lampedusa. Getty Images eigur niðastu myndina, sum á sama hátt sum myndin hjá Géricault, má sigast at ímynda vónloysi.
http://www.bbc.co.uk/news/world-europe-24396020
(KP)