Tuesday, October 29, 2013

“Og Norðurlendska Virðislønin verður latin...” -Marjun, Jóanes, Rakel, Eivør og hini til gallaveitslu í Oslo

 Kim Simonsen

Kim Leine, Halgrímur Helgason, Josefine Klougart, Lars Norén, Ole Robert Sunde, Lars Norén ella Jóanes Nielsen? Eingin ivi um at feltið í ár er breitt og sterkt innan bókmentir. Vit koma víða frá villum skrønum, søguligum skaldsøgum til stillar og smøl innarlig prosa- og yrkingasøvn, ið aftur í ár skulu kappast um Norðurlendsku Bókmentavirðislønina.

Vit gleða okkum til eitt nýtt Oscarlíknandi show, tá Norðurlendska Bókmentavirðislønin og aðrar virðislønir skulu handast í Oslo. Alt frá filmi, barnabókum til tónleik skal heiðrast. Úr hópinum av instillaðum skulu nøkur fáa stóra heiðurin sum virðislønin er. Nakað heilt serligt er at vit hava fingið eina nýggja barna og ungdómsvirðisløn, her er føroyska Marjun Syderbø Kjelnes instillað saman við m.a. Nuka K. Godtfredsen og Martin Appelt frá Grønlandi, Kim Fupz Aakeson og Evu Eriksson frá Danmark. Eg vildi mett øll hesi trý verkini sum sterkar kanidatar til at vinna.  



Filmur og tónleikur


Innan filmin og tónleikin eru eisini nógv spennandi verk hesuferð. Serliga svenski Äta sova dö eftir Gabrielu Pichler. Ein dokumentarkendur filmur um arbeiðsloysi, innflytarar og rasismu í undirstættini í Svøríki í dag.

Danski Jagten eftir Thomas Vinterberg er helst ein favorittur at vinna, men filmurin er í grundini á so mangan hátt ein breiður melodramatiskur filmur, ið vitnar um at danski filmsídnaðurin er í svárari kreppu í hesum døgum.

Íslendski Djúpið eftir Baltasar Kormákur, byggir hin vegin á veruligar hendingar, tá ein lítil trolari frá Vestmannaoyggjunum sakk. Bert ein maður kom livandi frá hendingini. Hann svam í køldum sjógvi í seks tímar og kom sær undir land. Síðani gekk hann yvir land í vetrarkulda í ongum skóm. Ein undirhaldandi filmur, ið sigur okkum føroyingum nógv, men helst ikki ein sum fer at vinna á uppøsta kenslumeldrinum hjá Vinterberg, ið nærum hevur gjørt ein “Festen II”.

Finski filmurin sær eisini fínur út. Meðan hin norski "Som du ser mig", fær góð skoðsmál, men eg loyvi mær stórliga at ivast í um norska filmvinnan megnar at gera slíkar vinnarar?

Tá tað kemur til tónleikin eiga vit ein sterkan kandidat, nemliga Eivør. Hon skal tó syfta m.a. kenda danska bólkin Efterklang, svenska elektronika, strúkaratrio, norska klaverleikaran Håkon Austbø og íslendsku Nordic Affect og gomlu Mezzoforte.

Bókmentur eru flaggskipið

Sum tað var sagt í P1 á DR í sendingini Skønlitteratur, so eru bókmentur og Bókmentavirðislønin tó flaggskipið. Bókmentavirðislønin kemur ikki at drukna millum hinar, heldur er tað øvugt, at onkur av hinum helst ikki fær somu viðgerð sum fagurbókmentirnar fáa. Ein frágreiðing er helst at tað enn er okkurt samband millum tankan um tjóðina, mál og viðurkenning, ið skapar ein serligan stoltleika um at vinna hesa virðisløn. Sjálvt um bókmentir kunnu ferðast víða og týðast til onnur mál, so eru tær enn tann listagreinin, ið er mest tengd at tjóðini og tí tjóðskaparliga.


Viðmerkjarar hava sagt, m.a. á avísini Information og Politiken, at um nakar reyður tráður er í øllum bókunum, so eru tað søga og tað søguliga. Her komu eg serliga at hugsa um Jóanes Nielsen og um Kim Leinesa bók Profeterne i Evighedsfjorden, men eisini hon hjá Hallgrími Helgason Kvinden ved 1000 grader og svenska Johannes Anyuru og hansara søguliga skaldsøgu um pápan, ið kom frá Uganda.

Feltið er eitt sindur fátækt uppá sterkar norðurlenskar yrkjarar. Her eru bert norski Niels-Øivind Haagensen, samiska Sollaug Sárgon og grønlendska Mariane Petersen. Nøvn, ið ikki siga okkum tað heilt stóra og helst høvundar sum ikki hava ein kjans.

Søguligar skaldsøgur

Undir liðini á Anyuru, er bókin hjá Ole Robert Sunde Krigen var min families historie, ið  eisini er ein rørandi og vælskrivað skaldsøga um hansara egnu familju.


Bæði Helgason og Leine er væl við tó, og Jóanes eisini vildi eg mett. Søguliga skaldsøgan hjá Kim Leine útkom í 2012 og er væl yvir 550 síður long. Hon snýr seg um Morten Falck, sum í byrjanini av bókini er lesandi í Keypmannahavn í 1700talið. Hansara upplivingar kunnu minna um tær, sum eitt nú J.C. Svabo og aðrir provinsstudentar hava haft í høvuðsstaðinum í stóra samansetta Danska Heilstatinum. Falck endar sum so mangur annar prestlærdur eins og útsendur til Grønlands. Her byrjar ein áhugaverd søga um eitt møti millum ójavnar mentanir. Sum søgulig skaldsøga er hendan fjórða bókin hjá Leine áhugaverd.


Sartar skaldsøgur

Í einum heilt øðrum enda av bókmentaheiminum finna vit hin instillaða danska høvundan, nemliga Josefine Klougart (f. 1985). Hóast hon bert er 28 ára gomul, so hevur hon verið innstilla til hesa virðisløn tvær ferð á rað. Danska nevndin við Lillian Munk Rösing og Asger Schnack, hava yvirtrumfað allar atfinningar, siðvenjur og peikifingrar og gjørt sum tey vilja. Hóast óvanligan ungan aldur, so er Klougart ein fínur stilistur og hon skrivar eitt himmalskt vakurt og poetiskt mál, men í mun til t.d. Kim Leine, Jóanes Nielsen og Hallgrím Helgason so hevur hon ikki so nógv at skriva um. Klougart hevur heilt fitt av stílinum hjá eitt nú Hans Otto Jørgensen, ið eisini var hennara lærari á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Nógv hava fagnað henni, eitt nú hin framúrskarandi norski høvundin Thomas Espedal frá Noreg. Hesin er sjálvur ein upplagdur framtíðar vinnari av Norðurlensku Virðislønini. Sjálvur haldi eg, at stílurin hjá Klougart er meiri poetiskur enn prosakendur og krevur tí heilt fitt av lesarinum, so eg eri í iva um hon kemur at vinna.

Meistarin úr Svøríki

Ein svenskur meistari er við, nemliga Lars Norén. Hann er ein veruligur ’grand old man’ innan drama, har hann hevur verið ein slóðbrótari. Norén er føddur í 1944 og debuteraði longu sum 19 ára gamal. Seinni skrivaði hann flott yrkingasøvn, skaldsøgur og alt hetta hevur hann brúkt í bokini Filosofins natt, ið er eitt slag av lyriskum monologi um sjálvan eksistensin. Sum tekstaslag minnir bókin okkum um meistarar sum Paul Celan og Samuel Beckett. Ummælarar hava rópt bókina eitt kolasvart meistaraverk um alt tað myrka og svarta í lívinum. Hetta ger eisini, at nógv longu hava mett at Norén burdi vunni í ár. Men um henda ”vakra nihilisman” kemur at vinna Norðurlendsku virðislønina fáa vit at vita skjótt.