Sunday, October 20, 2013

Mentanarkafé í Norðurlandahúsinum

Sum skilst á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum verður næsta Mentanarkaféin komandi fríggjadag frá klokkan 16 til 18. Øll eru vælkomin at vera gestir á Mentanarkaféini. Hetta er upplagt grannasamstarv millum Kringvarpið og Norðurlandahúsið, sum eina ferð um mánaðin úrslitar í eini mentanarkafé, sum verður beinleiðis útvarpað. Evnið er eftir øllum at døma ummæli, men tíverri sær tað ikki út til, at nakað serligt verður ummælt. Í staðin verður kjakast um ummæli. Eg havi annars hug at geva Tóroddi Poulsen rætt, tá hann í bloggi sínum í gjár sóknast eftir ummæli. Okkurt fløguummæli hevur verið í Brunsj, men hinar listirnar eru ikki nógv ummældar uttan í onkrum hissini ummæli her á blogginum og í Sosialinum. Hann finst serliga at Kringvarpinum fyri at vera givin at senda ummæli. Nú fáa vit at hoyra fríggjadagin. Hetta er inntil víðari tað, sum stendur á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum: Høvuðsgestur er rithøvundurin Jóanes Nielsen, sum er tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri bókina Brahmadellarnir. Prátað verður eisini við Maritu Dalsgaard, sum í løtuni leggur seinastu leikstjórn á sangleikin Sangur í mjørka. Tónlistarligu innsløgini standa Marius Ziska og Kári Sverrisson fyri. Kjakevnið hesaferð er ummæli. Borðkrókur hevur kaffi, vín, køkur o.a. munngott til sølu. Ókeypis atgongd.






(KP)