Friday, October 4, 2013

Ein brúkslistabloggur


Í Føroyum hevur brúkslistin søguliga sæð betri fótafesti enn myndlistin. Føroyingar hava í øldir bygt vakrar bátar og bundið fagrar troyggjur, og vit hava enn sum áður nógv dugnalig brúkslistafólk, sum designa og evna til brúks- og prýðislutir, ið síggjast alla staðni. T.d. í frálíku sjónvarpssendingini "Úr spískamarinum", sum varð send í gjárkvøldið, tá vit sóu autentiska og intuitiva kokkin Gutta Winther rana egg og gera mat í Skúvoy. Hann var gjøgnum alla sendingina ílætin  einum av teimum frísku, bjartlittu turriklæðunum hjá Jóhonnu av Steinum.



At fara í klæði og taskur hjá Barbaru í Gongini kann tykjast sum eitt lutfalsliga djarvt stílval, men eg síggi alsamt fleiri í hennara serstøku, skulpturellu frakkum og taskum og tað er gleðiligt, tí hetta er jú original og dygdargóð brúkslist. 
Guðrun & Guðrun troyggjurnar standa ómetaliga sterkt í býarmyndini, og tær hava jú upplivað, at teirra design eru blivin plagierað á meira og minni skipaðan hátt. Sjálvt um plagieringin ivaleyst er troyttandi hjá teimum, sum hava gjørt design og brúkslist til ein vinnuveg, so finst neyvan størri komplimang enn tá ein persónur tekur títt design og letur som um tað er hennara ella hansara egna. Tá verður staðfest, at títt hugskot er so gott, at onnur høvdu ynskt, at tey høvdu so mikið gott høvd, at tey dugdu at finna uppá tað sama. Tó at brúkslistin stendur sterkari í Føroyum enn myndlistin, hava vit enn einki savn, sum  sýnir fram gamalt og nýtt design, ella gamlar og nýggjar prýðislutir. Umframt tey nevndu, eru fleiri smærri merki, sum eru áhugaverd. Niðast í Sjúrðargøtu hevur Leirlist hildið til í nógv ár, har Guðrið Poulsen finnur uppá ymiskt vakurt, hugnaligu ljósastakarnir, sum eru evnaðir til eins og eitt ójavnur net-sylindari, síggjast í nógvum heimum.

Niðri í Østrøm síggjast fleiri dømi uppá tað góða designið, men góðskan tykist ójøvn og blandað. Kanska er tað enn verri at avmarka og tosa um dygd á hesum økinum enn á myndlistaøkinum, tí her hava vit jú eina ørgrynnu av serfrøðingum, eisini av fólkum, sum halda seg vera serfrøðingar, tí tey duga at binda einar grýtulappar. Tað dugi eg forrestin illa. Men eg dugi at hyggja og síggja nógv gott vaksa fram innan brúkslistina. SHISA BRAND nevnist t.d. eitt lítið, men dygdargott merki, sum Sissal Kristiansen stendur fyri. Hon hevur m.a. designað troyggjur og smáar taskur, sum hon nevnir clutch (eg havi sligið orðið upp og tað merkir okkurt at halda fast í, men verður á urbanum máli altso eisini brúkt um smáar, smartar taskur).



Søgan um føroysku brúkslistina er en yvirskotssøga, í øllum førum, tá tað kemur til kreativitet, og nógva staðni eru fólk í gongd við at skapa serstakar lutir og pløgg. Eg havi sæð nógv gott, men hendan thehettan hoyrir til teir meira originalu og stuttligu prýðislutirnar, eg havi sæð, og tað gerst sjálvandi ikki verri av, at talan í stóran mun er um burðardygt og umhvørvisvinarligt endurnýtslutilfar; thehettan er gjørd burtur úr myrkaleggingsgardinum og bilslangu og hon kemur úr Suðuroy. Fyritøkan, sum hevur gjørt Holy Mack thehettuna eitur Brikolasj, og heldur til á loftinum á gamla pakkhúsinum hjá Thomsen á Tvøroyri. Hetta er ein fyritøka sum seymar og bindur burturúr brúktum. Tær gera nógv ymiskt, tí rávøran avgerð, hvat tær seyma og binda. Tað eru Anna Mortensen og Elin Dimon Næss, sum eiga og reka fyritøkuna og Oddbjørg Øster arbeiðir hjá teimum. Hetta er ein framleiðsluverkstaður, sum er grundaður á endurnýtslu og kvalitet, og sum harumframt hevur í hyggju at aktivera arbeiðsleys. Til tíðir samstarva tær við øðrum, t.d. hevur listakvinnan Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir fleiri ferð verið involverað í at tekna á ymisk pløgg. Summir av Brikolasj-produktunum fáast til keyps í Østrøm í Havn, umframt í pakkhúsinum á Tvøroyri, har tær arbeiða. Tær kreativu damurnar eru eisini farnar í holtur við at baka leskilig mandlubreyð við tranaberum, graskarkjarnum og sólblómufræum, men hesi fáast tíanverri bara á Tvøroyri. Tað er annars ein stórur mangul í Havn, at fáa fatur á dygdargóðum hondverksbreyði, sum er gjørt uttan tilsetningsdittogdatt. Her er annars ein fín samrøða, sum Tórður Mikkelsen gjørdi til Góðan Morgun Føroyar við Onnu Mortensen og Oddbjørg Øster.  

http://kvf.fo/netvarp/uv/2013/09/30/seyma-og-binda-burturr-brktum





















(KP)