Saturday, October 19, 2013

Edward Fuglø - Relikvium/Readymade


Edward Fuglø hevur av sonnum farin undir ta religiøsu listina. Herfyri gjørdi hann eina røð av verkum til kryptina í Kristianskirkjuni í Klaksvík og í annaðkvøld verður aftur okkurt kirkjuligt á skránni frá honum. Sambært portalinum letur ein framsýning upp sunnukvøldið klokkan 20 í forkirkjuni í Glyvra kirkju við verkum hjá Edwardi Fuglø. Á framsýningini verða sýnd verk, ið øll eru gjørd burturúr sokallaðum “readymades”. Readymade er eitt listahugtak, ið stavar frá fyrst í 1900 talinum. Tað var listamaðurin, Duchamp, ið var undangongumaður fyri hesum. Listafólkið tekur ein vanligan brúkslut, sum vit kenna hann úr gerandisdegnum, og setur hendan saman við onkrum øðrum luti ella nýtir hann einsamallan. Tá ið slíkir lutir verða tiknir úr tí heild, har teir hoyra heima, og verða hongdir á ein hvítan vegg í einum listaskála ella í hesum føri í eini kirkju, fáa teir eina aðra funktión. Teir siga eina nýggja søgu. Á hesi sýningini í Glyvra kirkju siga lutirnir ella verkini frá søgum og hugtøkum, ið sipa til frásagnir úr Halgubók. Framsýningin hjá Edwardi Fuglø kallast “relikvium”. Relikvium er latínskt orð, ið merkir tað, sum liggur eftir, og sipar í hesum føri til brúkslutir, ið allir hava heimild í Halgubók. Í sambandi við framsýningina í Glyvra kirkju, fer listamaðurin at greiða frá um sína list.