Wednesday, October 2, 2013

Listaboykottið blásast av?


Her á blogginum bórust tey gleðiboð longu mánamorgunin, at játtanin hjá mentanargrunninum sambært fíggjarlógaruppskotinum hæðkar eina góða millión krónur komandi ár og í 2015 verður upphæddin so hæðkað eina hálva millión aftrat. Í útvarpstíðindunum í morgun tóku tey tráðin upp í kringvarpinum við eini samrøðu við Sunleif Rasmussen, sum játtaði, at boykottið má blásast av, um fíggjarlógaruppskotið altso verður samtykt. Útvarpsmaðurin segði, at 52 listafólk hava boykottað, eg veit ikki hvar tað talið kemur frá. Mær vitandi hava yvir hundrað listafólk boykottað landsstýrið hetta síðsta árið. Tað er nærum eitt heilt ár síðani Sunleif Rasmussen og Teitur Lassen mæltu føroyskum listafólkum at mótmæla skerjingini og boykotta fyri ikki at verða útnyttað til bringuprýði hjá politisku skipanini. Tað kann tykjast sum um tað av sonnum kann loysa seg at mótmæla og at gera um seg, politikararnir hevur eftir øllum at døma lurtað eftir tí, sum m.a. hevur verið ført fram m.a. her á listablogginum um tað órættvísa og burturvið skilaleysa avgerðina at taka 20 prosent av listastuðlinum í mun til sparingar aðra staðni uppá umleið 2 prosent. Men nú fáa vit at síggja, enn er viðgerðin av fíggjarlógaruppskotinum ikki byrjað.

http://kvf.fo/netvarp/uv/2013/10/02/mentanargrunnurin-fr-fleiri-pengar-1






(KP)