Wednesday, October 2, 2013

Sunleif: Boykottið hevur gjørt mun!



Sambært fíggjarlógaruppskotinum verður játtanin hjá Mentanargrunninum hæðkað so at hon um tvey ár verður eitt vet hægri enn áðrenn skerjingin hjá Birni Kalsø varð framd. Í hesum sambandi hava vit biðiSunleif Rasmussen um eina viðmerking og eina meting av hvørt listaboykottið er yvirstaðið, um fíggjarlógin verður samtykt.

SR: Havi altíð sagt, at um tað er so sum landstýrið fyrigyklaði okkum, at føroyski búskapurin ikki hevur tað gott, skulu allir samfelagsbólkar lyfta í felag. Men, tá ið Mentanargrunnurin varð skerdur við 20% og øll hini við 2%, var ovboðið. Nú er peningurin - so at siga - afturíafturkomin. Men eg skilji ikki at vit hava betri ráð nú enn tá. Men vónandi er tað tí at landstýrisfólk sum heild hava sæð, at politikkurin hjá fíggjarmálaráðharranum, var sum hjá keisaranum í ævintýrinum hjá HC Andersen. Hann er spilnakin! Berur taktikkur og ongin politikkur! Og tað er eisini eyðsýnt, at mann í Mentamálaráðnum, hevur lurtað eftir listafólkunum. Veit í hvussu er, at embætisfólkini í Mentamálaráðnum, hava verið hørm um støðuna. Ikki minst hevur stóra trýstið frá andstøðuni - serliga Tjóðveldinum - verið til stóra hjálp! So eg eri sannførdur um at boykottið hevur gjørt mun. Eisini tí at eitt ávíst kjak tók seg upp, um týdningin av list í samfelagnum. Og kanska hava føroyskir politikkarar skilt tað, sum onnur hava vitað leingi. Fyri hvørja krónu, ið verður givin sum íløga í list, genererar hon millum fimm og tígggju nýggjar krónur.

KP: Starvslønir eru munandi øktar, men upphæddin fyri annað mentanarligt virksemi verður munandi skerd í 2016 og 17, hvat heldur tú um tað?

SR: Tað ljóðar ikki gott. Tað skal vera eitt fakliga kompetent stýrið í grunninum, ið tekur dagar ímillum, hvussu peningurin skal brúkast, og hvar hann ger best nyttu. Hetta luktar langan veg av, at landstýrismaðurin roynir at blanda seg í fakligu raðfestingarnar hjá stýrinum, og tað er átaluvert og óhoyrt í okkara parti av heiminum.





(KP)