LISA talar at framferðarháttinum hjá landstýrismanninum í mentamálum, tá ið hann vil marka part av játtanini hjá Mentunargrunninum til filmslist. Hetta ikki er í tráð við reglurnar hjá grunninum og brot á armslongdarprincippið og tískil í stríð við demokratiska prinsippið á økinum. Bjørn Kalsø nevnur, at hetta er liður í eini ætlan har mentunargrunnurin skal virka sum konsulentur fyri mentamálaráðið. Uppskotið um at umskipa mentanargrunnin nevnir ráðgevandi funktiónir har fakfólk ráðgeva, men soleiðis er grunnurin í løtuni ikki skipaður. Í løtuni eru ikki umboð fyri øll fakøki í Mentunargrunninum, har er eitt nú einki fakumboð innan film. Áðrenn grunnurin er umskipaður soleiðis, at tað er fakkunnleiki sum kann ráðgeva, meinar LISA at filmsøki eigur at fáa sín egna grunn. LISA hevur áður gjørt mynduleikarnar vart við, at føroysk filmsvinna skal hava ein serligan grunn og, at tann grunnurin hevur tørv á eini væl størri játtan enn her er í uppskoti. LISA hevur harafturat gjørt vart við, at fakkunnleiki innan umsitan av grunninum er serstakliga týdningarmikið um tey sum í løtunia spretta listaliga innan film skulla fáa góða viðgerð komandi árini.
Starvsnevndin í LISA, Bárður í Baianstovu, Marita Dalsgaard og Guðrið Poulsen.
Starvsnevndin í LISA, Bárður í Baianstovu, Marita Dalsgaard og Guðrið Poulsen.