Thursday, October 17, 2013

Starvslønartíð!


Sambært in.fo boðar Mentanargrunnur Landsins frá, at er tíðin komin til at søkja um starvslønir til listarligt og mentanarligt arbeiði í 2014. Starvslønirnar verða lætnar soleiðis, at ein starvsløn verður galdandi í trý ár, og síðani verða starvlønir lætnar frá einum mánað til 12 mánaðir. Upphæddin á starvslønini svarar til læraralønina á fólkaskúlans lønarstigi 21, stigi eitt, sum eftir 1. oktober 2012 er 24.696,87 krónur um mánaðin. Umsóknarbløð fáast á skrivstovuni hjá Mentanargrunni Landsins ella á heimasíðuni hjá grunninum. Eg dugi ikki at síggja nakra freist upplýsta nakrastaðni. http://mentanargrunnur.fo/