Saturday, June 15, 2013

Ummæli av ummæli av ummæli



Landsbókasavnið setti mentanarnáttina ummæli á breddan og vit halda fram her á blogginum alla vikuna. Eg havi ongantíð sjálv skrivað eitt ummæli, men eri ein av teimum, sum eri fegin um, at nakar tímir, tí eg meti ummæli vera kanska týdningarmesti partur av mentanartilfarinum. Nógv ómetaliga býtt ummæli eru skrivað gjøgnum tíðina, sum av røttum eru kritiserað og tílík ummæli av ummælum eru um møguligt enn betri enn ummælið sjálvt. Ummæli av ummæli av ummæli síggja vit ikki ofta, men tað royni eg nú. Tí afturvendandi partur av nógvum atfinningum av ummælum er, at ummælarar brúka klisjéir í ov stóran mun. At ummælarar endurtaka seg sjálvan og at teirra orðatilfeingið sum heild er ov fátæksligt og at brúkt verða ov nógv goymd og hálvgoymd virðislødd orð.

Tað er jú soleiðis sæð rætt. Tað er eingin loyna, at ummælarar og vit, sum miðla list, brúka klisjéir. Eg haldi til dømis ikki, at eg havi skrivað nógvar tekstir um myndlist, sum ikki innihalda orðið "mótsetningsfull" og tað, sum verri er, t.d. orð sum magnandi ella sterk, sum væl kann innihalda eina goymdan tokka til tað maskulina og sum byggir á eina listasøguliga frásøgn, sum bæi er sexistisk, eurocentrisk og alt møguligt annað keðiligt.

Tá vit skriva um list er málið løtt. Tí skulu vit alla tíðina vera kritisk mótvegis málinum og royna at lúka tað ringasta burtur. Men at uppfinna eitt nýtt mál, tað ber ikki ordiliga til, fyri tað fyrsta hevði eitt tílíkt mál blivið óskiljandi, men tað hevði heldur ikki hóska til listina, sum jú heldur ikki er feil- og klisjéfrí.

Setir mann seg bara eitt sindur inn í myndlist, sær mann, at einki nýtt er uppfunnið seinastu hálvtrýss árini. Framúrskarandi list er komin og nýhugsandi list eisini, men einki nýtt listamál er uppfunnið innan myndlistina. Listin, sum verður skapað er oftast áhugaverdari enn ummælini, men tað er allíkavæl djarvt av listafólkunum at krevja, at ummælarar skulu brúka eitt nýtt mál, tí málið í ummælum speglar bara lyndi, sum listafólk hava til endurtøkur og umorðingar av teimum stóru evnunum í listasøguni og av formella alfabetinum.

Undantøk eru tó: 
http://listinblog.blogspot.com/2012/03/ein-nyggj-hugvisindalig-lrugrein.html 


(IS)