Ólavsøkuframsýningin
2013
“Føroyingar sum her nú koma saman”
“Føroyingar sum her nú koma saman”
Undirheitið á Ólavsøkuframsýningini 2013 stavar frá
steinprentinum "Hjólveldi" hjá Tóroddi Poulsen. Myndin verður brúkt
sum støði undir Ólavsøkuframsýningini í ár, sum Kinna Poulsen kuraterar og sum
eftir ætlan fer at savna bæði føroysk listaáhugað og føroysk listafólk
ólavsøkuaftan. Ólavsøkuframsýningin 2013 verður merkt av bæði kærleika og
speisemi, av yrkis- og áhugalist, hon verður bæði favnandi og smøl, djúp og
breið og fer at fevna um alt millum himmal og jørð sum føroyingar nú kunnu
finna uppá av myndlist. Framsýningin letur upp ólavsøkuaftan klokkan 15 við
hóskandi rómi eins og ein góð og gamaldags veitsla, har øll eru vælkomin, bæði
gomul og ung.
Ólavsøkuframsýningin 2013 er skipað í tveimum pørtum sum
ein partvíst kuraterað og partvíst sensurerað framsýning. Boðin við eru m.a.
Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Tóroddur Poulsen, Dennis Agerblad, Silja
Strøm, Jóhanna av Steinum, Tummas Jákup Thomsen, Steinprent og Jóhan Martin
Christiansen. Hesi borga fyri høgari listarligari góðsku og listarligum
fjølbroytni við teirra verkum, sum fevnir um tað besta, vit eiga av føroyskari
málningalist - bæði figurativari og nonfigurativari - konseptlist, tekstillist,
videolist og grafikki, sum skal setast saman við einum úrvali av tí, sum sent
verður inn til framsýningina.
Øll eru hjartaliga vælkomin at senda inn verk, einasta
krav er, at tey eru tveydimensionel og klár at heingja upp á veggin. Sendið
eina góða fotomynd av tykkara verki í uppskoti til Ólavsøkuframsýningina 2013
til kinna.poulsen@skulin.fo
Viðmerkið í yvirskriftarteiginum: Ólavsøkuframsýningin 2013 og viðmerkið í
meylinum hesar upplýsingar: Heiti á myndunum, tøkni, árstal, stødd, umframt
navn, føðital, bústað + telduadressu hjá persóninum, sum hevur gjørt avvarðandi
verk. Freist at senda inn uppskot er longd fram til 21.juni. Kurator, Kinna
Poulsen hevur fullan avgerðarrætt at
velja út og seta framsýningina saman sum hon heldur vera best. Tey, sum senda
inn uppskot, fáa svarboð sum skjótast.
(KP)