Klokkan fimm í dag verður høvið hjá øllum áhugaðum
at síggja ta nýumvældu altartavluna í Christianskirkjuni í Klaksvík. Kendi
danski listamaðurin Joakim Skovgaard (1856 – 1933) málaði í 1901 upprunaliga
altartalvuna, sum tekur tekstligt støði í Lukas 14, 15-24, til dómkirkjuna í Viborg í
Danmark. Málningurin varð málaður beinleiðis á kálkaða veggin í
kirkjuni, men væta var við at oyðileggja málningin og tí varð hann tikin niður í
1913 av serfrøðingum úr Italia og førdur yvir á lørift, og ein annar málningur
málaður á sama stað. Málningurin, ið ímyndar heilagu kvøldmáltíðina varð síðani
varðveiddur í Statens Museum for Kunst
og varð haðani sendur til Føroya, settur upp í Christianskirkjuni í 1963, tá ið
kirkjan varð bygd. Umframt skaðar, ið málningurin hevur fingið í
Viborg, hevur hann eisini verið fyri broytingum og smærri skaða, meðan hann
hevur hingið í Statens Museum for Kunst og eisini aftaná, at hann er komin í
Christianskirkjuna. Ætlanin at umvæla altartalvuna hevur fleiri ár
á baki og er nú komin á mál. Í dag verður hon víst fram og
konservatorur fer at greiða frá umvælingini.
(KP)