Thursday, June 27, 2013

Ingilín D.Strøm sýnir fram tea-ink í Tryggingini


Øll eru hjartaliga vælkomin fríggjadagin 28.juni klokkan 15.00, tá framsýning letur upp í hølunum hjá Tryggingarfelagnum á Kongabrúnni við sonevndum Tea-ink myndum hjá ungu Vestmannakvinnuni Ingilín D.Strøm. Hugskotið til serstaka Tea-ink konseptið fekk Ingilín D.Strøm, tá hon fór at drekka yogi-te, har smá sitat, leiðbeiningar til tilveruna eru heft á allar teposarnar. Ingilín D.Strøm greiðir frá, at hon hálvavegna gjørdist ørg av teirri støðugu bumbingini, sum vit eru fyri, við ráðum um hvussu vit øll skulu liva tað "góða" lívið. Sitatini gjørdust til myndir í hennara høvdi, sum hon teknaði fyrst á pappír og síðan á lørift. Einføldu strikutekningarnar eru skemtiligar, ofta innihalda tær eina ítøkiliga tulking av yogi-ráðunum, sum stundum tykist eitt sindur absurd, men sum eisini kann vera rørandi viðhvørt. Hetta er fyrsta framsýningin hjá Ingilín D.Strøm og vónandi ikki síðsta - í grundini er yogi-te-sitatini óneyðug, myndirnar standa seg væl einsamallar, tó at tær eru sera einfaldar.

Ingilín D.Strøm er í løtuni búsitandi í Keypmannahavn, tá eg spyrji um tað er innan myndlistina, hennara framtíð liggur, svarar hon, at hon ikki hevur lagt seg á nakra ávísa listagrein enn, men at tað heilt vist fer at hava okkurt við skapandi list at gera. Framsýningin í Tryggingini letur upp fríggjadagin 28.juni kl 15 og annars ber til at fara at hyggja allar yrkadagar millum klokkan 9 og 16.
















(KP)