Eg veit ikki um tað er at taka munnin dekan ov fullan at skýra løtuna í Sandagerði fyri ein fólkafund. Men í øllum førum kendist tað sum ein meiningsfull samling í kvøld, tá Sunleif Rasmussen og Teitur Lassen bjóðaðu grillaðar pylsur í einum hugnaligum átaki við álvarsligum undirtónum. - Vit liggja ikki við Kaj, men spæla á sandinum! vildu teir báðir listamenninir vera við. Ikki eitt kis var at hoyra um makrel ella David ella Goliat. Sunleif Rasmussen beyð vælkomin og introduseraði Jóanes Nielsen, sum hevði skrivað eina fína røðu til tiltakið, hann sendir røðuna til Dimmalætting. Síðan sang Hanus G. Johansen nakrar sangir. Tað snúði seg alt um listina og um at standa saman og virða listina, sum listafólkini geva okkum.
Teir kokkast
Sunleif Rasmussen beyð vælkomin
Lagið var gott
Veðrið var gott
Aldurnar eru besta undirhald hjá børnum
Og summir komu langvegis at taka lut á (lista)fólkafundi í Sandagerði
Vaksin og børn hugnaðu sær
Teitur, Sunleif og onnur gera grillina klára
Fólk hugna sær
Svangur drongur
Har er vakurt í Sandagerði
Fólk lurta
Og pylsurnar vóru frálíka góðar
Listamenn halda eyga við at grillingin gongur rætt fyri seg
Vit lurta eftir Jóanesi Nielsen
Jóanes Nielsen heldur røðu
Áhoyrarar
Fólk klappa
Hanus G.Johansen spælir
(KP)