Saturday, June 8, 2013

Bræv til Tórshavnar Kommunu um Eystaru Bryggju í Havn




Til Tórshavnar Kommunu
att. viðkomandi, sum umsitur útbyggingina á Eystaru Bryggju

Eg eri við at skriva um útbyggingina á Eystaru Bryggju og kundi hugsað mær at sæð eina grundgeving fyri hesi ætlan. Enn hava vit bara hoyrt politikarar og havnafúta grundgivið. Eg kundi hugsað mær eina grundgeving frá teimum (arkitektar/byggifrøðingar osfr), sum hava gjørt ætlanina.
Havnamyndugleikarnir hava óbeinleiðis víst á eina góða loysn, tá teir hava grundgivið fyri útbyggingini í miðlunum. Aðalmálið við útbyggingini er sambært Havnamynduleikunum at býta sundur tvær fullkomuliga ymiskar funktiónir; frakt og ferðafólk. Í staðin fyri at útbyggja hesar báðar funktiónir, sum ikki hava nakað við hvørja aðra at gera, mitt í Havnini - kundi mann heldur gjørt neyðugu tillagingarnar í verandi havn í Tórshavn fyri ferðafólkaskipum og flutt alla frakt til eina útbygda havn í Kollafirði?
Eg kundi hugsað mær svar uppá spurningarnar:
1) Grundgeving fyri útbygging (arkitektonisk, býarætlanarlig, mentanarlig, vinnulig osfr.)
2) Svar uppá uppskotið um at flyta fraktina til eina útbygda havn í Kollafirði

Blíðar heilsanir