Tuesday, June 18, 2013

Sendið inn uppskot til Ólavsøkuframsýningina


Fleiri spennandi uppskot eru longu innkomin, men tað kann hugsast, nógv fleiri av tykkum, ið fáast við at tekna, mála, fotografera ella á annan hátt skapa myndir, liggja inni við áhugaverdum uppskotum. Sendið mær ein meyl við tykkara uppskoti, fotomynd. Øll eru hjartaliga vælkomin at senda inn verk, einasta krav er, at tey eru tveydimensionel og klár at heingja upp á veggin. 

Sendið eina fotomynd av tykkara verki í uppskoti til Ólavsøkuframsýningina til kinna.poulsen@skulin.fo Viðmerkið í yvirskriftarteiginum: Ólavsøkuframsýningin 2013 og viðmerkið í meylinum hesar upplýsingar: Heiti á myndunum, tøkni, árstal, stødd, umframt navn, føðital, bústað + telduadressu hjá persóninum, sum hevur gjørt avvarðandi verk. Freist at senda inn uppskot er longd fram til 21.juni. Kurator, Kinna Poulsen  tilskilar sær fullan avgerðarrætt at velja út og seta framsýningina saman sum hon heldur vera best.




(KP)