Tuesday, June 11, 2013

Stjørnuprent



Listamaðurin Jonas Hvid Søndergaard hevur vitjað í Steinprenti seinastu dagarnar. Hann sigur sjálvur, at hann  hevur hugnað sær og slappað av nakrar dagar, men hann hevur so onkursvegna eisini fingið nøkur smá sólgul litografisk undur burtur úr uppihaldinum. Hann brúkar ymisk spirituel symbol og geometriskar figuratiónir, men uttan at tað á nakran hátt tykjast dogmatisk og trúboðandi. Heldur tykjast myndirnar opnar og lívsjáttandi og hetta megnar Jonas Hvid Søndergaard heilt einfalt av tí, at hann er ein framúr góður listamaður. Mynstruta myndamálið minnir í støðum um onkrar myndir hjá einum øðrum spirituellum listamanni, nevniliga Anker Mortensen. Jonas Hvid Søndergaard arbeiðir í løtuni fram móti eini framsýning í Danmark, men hann er eisini primus motor í eini stórari verkætlan her í Føroyum, sum vit fara at siga nógv meira um seinni. Fyribils eru her nakrar myndir úr Steinprenti, sum Jonas Hvid Søndergaard hevur tikið.


Ein undurvøkur stjørna oman á einum flótandi tríkantsmynstri

Gult

Stjørnuprent

 Jan Andersson finnur pappír fram

 Gult vakurt prent

Prentið verður tikið úr pressuni

Ein fantastiska flottur steinur, sum eg gleði meg at síggja liðugt prentaðan


(KP)