Sunday, June 9, 2013

Setanarrøðan á Mentanarnáttini í Havn 2013


 Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð

Góðu mentafólk! Tað er ein stórur heiður at fáa litið upp í hendur at siga nøkur orð, nú Havnin aftur letur dyrnar upp fyri okkum øllum inn til sínar mentanarligu dýrgripir. Tað er slíkar løtur, vit verða mint á, hvussu fjølbroytta og fjøltáttaða mentan, okkara pinkuhøvuðsstaður rúmar. Tí dagurin í dag, kvøldið og náttin, stendur í mentunarnavni, og vit kunnu av sonnum fegnast um, at so nógv mentan rúmast her hjá okkum. Líka frá horntónleiki til landsdyst, fornminni, listaframsýningar og tónleikaframførslur fyri hvønn ein smakk.
Men bíða nú eitt bil. Tí hvat er tað, sum er so ólukksáliga feitt og fantastiskt við mentan? Er mentan ikki bara vanahugsan og einsháttan, blandað við einum dismi av høgleika- og hentleikahugburði, hugnaligum komformiteti, nalvaskoðan og kávalæti? Er tað av álvara her í skránni fyri Mentanarnáttina 2013, at vit finna tað, sum ríkar okkum sum menniskju, fólk og samfelag?
Eitt er vist. Eina slíka mentanarnátt verða vit eitt bil skrykt upp úr gerandisdagsins fjálgu og tryggu vanahugsan, og sett andlit til andlits við aðrar sjónarringar, onnur perspektiv upp á, hvat tað góða lívið kann innihalda. Og her hava vit høvi at dvølja, sansa, eygleiða og goyma tær lívsupplivingar og dýrbaru løtur, sum ríka. Men tað krevur eisini, at vit sjálvi lata okkara egnu vindeygu upp, soleiðis at vit síggja og lata okkum upplýsa av tí ljósi, sum mentan í breiðastu merking kastar av sær í øllum sínum brigdum og margfeldi, og at vit sjálvi eru til reiðar at lata dyrnar upp fyri tí, sum er øðrvísi, og bjóða tí at gerast partur av okkara lívi.
Ein gløggur maður segði eina ferð, at mentan er tað, sum tey ráðandi siga tað vera. Og tey ráðandi eru tær ovastu stættirnar í stættarsamfelagnum, tað vil siga ríkmenn, kongar, politikarar. Men vit vita, at modernaða samfelagið í dag sær øðrvísi út, og at tað hvørki eru ríkmenn, kongar ella ella politikarar, sum ráða fyri borgum, men marknaðurin, tøknin og serfrøðin.
Og marknaðurin – tað eru vit sjálvi. Í dag ræður um at vera sjónligur á marknaðinum, tí er tað nakað, sum vit síggja allastaðni, hvagar vit so venda okkum, so er tað marknaðin. Marknaðurin sigur okkum, hvat mentan er, og hann speglar og endurspeglar okkara mentan: Apple, Samsung, Nokia, Microsoft, Facebook, Twitter, Wikipedia, Google. Marknaðurin er í dag allastaðni nærverandi, í lummanum, á arbeiðsplássinum, heima, í almenna rúminum.
Og her koma vit til tøknina. Tí tað er ikki ov nógv sagt, at tað er tøknin og tøkniligur førleiki, sum meira enn nakað er mátistokkur fyri nútíðar stættarsamfelagið, og harvið eisini fyri nútíðar mentan. Tað er gjøgnum tøknina, vit uppliva mentan, meira enn nakað. Hugsa bara um um filmslistina, sjónvarpið, tónleikin. Fremsti tíðindamiðilin er Facebook, og vit trúgva ikki tí, sum eygað sær, fyrr enn onkur hevur avmyndað tað og lagt tað út á netið.
Tá ið vit vóru til konsertir fyrr í tíðini, stóðu vit við ørmunum upp um høvd og livdu við tónleikinum. So kundu vit minnast upplivingina og fortelja øðrum um hana aftan á. Í dag standa vit við ørmunum upp um høvd við einum apparati og taka myndir, ljóð og film, so vit kunnu fortelja og vísa øðrum, hvat vit uppliva – her og nú. Tað er ikki ektað, fyrr enn tað er skrásett og endurgivið á netinum.
Tí tað er ikki longur nokk at duga at lesa, skriva og rokna. Er tú ikki við á tøkniliga marknaðinum, ert tú antin mentanarliga avsporaður, ella fullkomiliga bundin at serfrøðingum. Tí ber til at siga, at tað í dag eru serfrøðingarnir, sum við servitan síni, sita við nógv tí størsta valdinum; hendan altumfatandi serfrøðin sum avloysari av viti og skili, áliti og ábyrgd, ja, serfrøðin sum avloysari fyri sjálvt búgvinskap hins einstaka.
Týski heimspekingurin Immanuel Kant, sum ongantíð ferðaðist longri enn nakrar fáar kilometrar úr heimbýi sínum Königsberg, ferðast fegin 230 ár fram í tíðina fyri at upplýsa okkum. Hann segði, at upplýsing er tað, sum krevst, fyri at koma burtur úr sjálvgjørdum óbúgvinskapi. Tað er óbúgvið, tá ið ein ikki megnar at brúka sítt egna skil uttan vegleiðing frá øðrum. Og hesin óbúgvinskapur er sjálvgjørdur, tá ið orsøkin ikki er vantandi skil, men vantanti dirvi og vantandi støðutakan at brúka sítt skil uttan vegleiðing frá øðrum. Sapere aude! Hav dirvi til at brúka títt egna skil! er sostatt slagorðið hjá upplýsingini.
Upplýsing er sostatt vegurin burtur úr tí ófrælsi, sum liggur í hesum ikki at kunna gera nakað uttan vegleiðing frá øðrum, tað vil siga serfrøðingum. Kant nevnir sjálvur lærarar, læknar og sálarhirðar sum slíkar vegleiðarar, men í dag kunnu vit leggja eitt drúgv yvirlit aftrat hesum: teldufrøðingar, listfrøðingar, búskaparfrøðingar, sálarfrøðingar, samfelagsfrøðingar, heilsufrøðingar og so framvegis.
Tað var úr hesum jørildi Immanuel Kants, at stórir og fagrir tankar vuksu um, at menniskjan við egnum mátti kundi menna seg og finna vegin út úr hennara sjálvgjørda óbúgvinskapi – og gerast frælsur borgari. Loysunarorðið var Bildung, sum merkir dannilsi, ella kultivering, tað vil siga mentan, og mentanin av menniskjuni skuldi fara fram gjøgnum grundskúling, sum í stórum svarar til ta útbúgving, vit í dag fáa í fólkaskúla og miðnámsskúla.
Tað varð hildið, at henda útbúgving fór at hjálpa einstøku menniskjuni við uppgávu hennara at "gera lív sítt til eitt listaverk", sum tátíðar týsku intellektuellu plagdu at siga. At liva eitt lív, har tú lærdi at skyna á: eitt lív eyðkent av viljastyrki, viti og skili, sjálvvissu og skili fyri fínleika og tí vakra. Og fyrimyndirnar máttu finnast í søguni, í griksku fornøldini, søgunnar mentanarliga hæddarpunkti. Tí dannilsi snýr seg fyrst og fremst um fyrimyndir. Gjøgnum fyrimyndir lyftir menniskjan seg upp á eitt stig, sum vit vanliga rópa sensus communis, ein felags sans, ella ein grundleggjandi felags smakk, sum Kant segði. Og við kritiskt at nema sær siðaarvin, megnar hin einstaka menniskjan at menna síni evni at skyna á vitan, siðalæru og fagurfrøði.
Hetta sum var galdandi fyri einstaka menniskjað, mátti eisini verða galdandi fyri ein stat, hildu tey ráðandi, og skjótt bleiv menningin av tí einstaka og menningin av statinum ella tjóðini tvær síður av somu søk. Tað er framvegis í okkara tíð í stóran mun staturin, ella tjóðin, sum er ramma um okkara trygd, samanhald og sjálvsfatan í heiminum. Tí er framvegis neyðugt at útbúgva okkum til statsborgarar. Men søgan, tøkniliga menningin og støðan í heiminum siga okkum, at vit eisini noyðast at hugsa globalt, og at grundútbúgvingin í dag tí eisini í eins stóran mun eigur menna okkum til heimsborgarar, soleiðis at mentanir kunnu liva saman lið um lið, hóast stórur munur kann verða á teimum.
Danski heimspekingurin Peter Kemp hevur júst givið út frálíka bók, sum eitur Filosofiens verden, har hann júst heldur, at upplýsing og dannilsi eigur at snúgva seg um at útbúgva okkum til henda dupulta borgaraskapin, statsborgara og heimsborgara. Tað er alneyðugt, sigur Kemp, at vit menna ein moral fyri menniskjuna í okkara vísindaligu-tekniskaru verð, ein moral, sum samstundis er ein etikkur fyri sambandið millum menniskju og natúr.
Nakað tað sama sigur týski heimspekingurin Gernot Böhme, sum heldur, at vit hava brúk fyri einari nýggjari upplýsing, sum gevur okkum dirvi til at loysa okkum úr nevnda serfrøðingahafti og skrásetingartrongdini, sum fylgir við tøkniligu menningini.
Tá ið vit í dag tosa um mentan, so hugsa mong av okkum fyrst og fremst um tjóðskap og tjóðskaparmentan. Grindadráp, føroyskan dans, skerpikjøt. Men heimurin er so samanknýttur í dag, at vit mugu hugsa eins nógv globalt sum lokalt, eisini tá ið vit tosa um at menta okkum til tað góða lívið.
Kanska tørvar okkum veruliga eina nýggja upplýsing, sum hevur til endamáls at loysa okkum úr hesum serfrøðingahafti, og sum gevur okkum amboð til at skilja hesa trongd, vit hava at skráseta, dokumentera og endurgeva alt, vit uppliva – helst longu áðrenn vit hava upplivað tað; eina upplýsing, sum tekur støði í teirri vitan, vit í dag hava um sansing, um heilan, um rúmd og rúm yvirhøvur, har tað kanska verður neyðugt at endurskoða sjálvt vitanarhutakið, soleiðis at vitan ikki bara verður sædd sum informatión, sum kann goymast og flytast millum miðlar, men at vitan eisini umfatar tann mátan, vit sum kropsligar, sansandi og reflekterandi verur samskifta við okkara umhvørvi, í nærverurni av lutum, náttúru, menniskjum og relatiónum.
Tað er tað slagið av vitan, sum ikki letur seg talgildað og endurgeva tøkniliga ella vísindaliga í tølum ella formlum, men sum má upplivast. Tað er ein vitan, ein heildarfatan, sum ikki letur seg artikulera eins lætt og rationell, logisk vitan, men sum kortini er grundlag undir allari mentan – ein vitan, sum vit serliga finna aftur hjá listafólkum í teirra skapandi virksemi, men sum vit eisini finna í kensluni av gleði, sum brádliga vaknar úr ongum, tá ið tú sært sólina skyggja í døggdropanum, sum spakuliga fer skríðandi niður eftir grasstránum, ella í tí inniliga, meditativa huglagnum, tú kemur í, tá ið tú hevur sitið og durvað eina løtu í sissandi friðinum millum bøkurnar á bókasavninum.
Jú. Í skránni fyri Mentanarnáttina 2013 finna vit eisini hesa vitan, sum ríkar okkum sum menniskju, fólk og samfelag. Í Bojsensgarði, í Gamla kirkjugarði og á gongutúrunum í býnum uppliva vit ta samfeldu samanrenningina millum mentan og natúr, sum vit finna í urtagarðslistini. Mongu listaframsýningarnar bjóða okkum og okkara hentleikahugburði og hugnaliga komformiteti av, ikki minst tey listaverk, sum bróta niður vanahugsan um júst list, so sum hesar standmyndirnar hjá íslendsku Steinunn Thórarinsdóttir, sum vit síggja nakrar av hiðan vit standa; tær eru so innfeldar í rúmið, at sjálvt listaverkið og fatanin av teimum broytist við tær, tá ið tú flytir teg. Ella alternativu veganøvnini hjá Ole Wich uppi í Listaskálanum, sum lata lúkur upp inn til tann partin av føroysku sálini, vit vanliga ikki flagga við.
Ivaleyst fara vit eisini í kvøld at dokumentera og endurgeva upplivingar okkarar á Facebook, antin tað so verður frá mentanarupplivilsum í Havn, frá countryfestivali í Vágum ella frá landsdysti í Dublin, og soleiðis skal tað eisini verða. Hetta er ein av fleiri mátum, vit fortelja øðrum, at vit liva, at vit eru góð hvørt við annað, at vit vilja ríka tilveruna hvør hjá øðrum.
Við hesum fátæku orðum fari eg at takk fyri meg og ynskja tykkum øllum eina góða og gevandi mentanarnátt í Havn!