Monday, June 10, 2013

Handanin av Mies van der Rohe heiðurslønini


Frá heiðurslønarhandanini, Ósbjørn Jacobsen og design-toymið saman við Xavier Trias, borgarstjóra í Barcelona
Fríggjadagin var Ósbjørn Jacobsen í Barcelona saman við starvsfelagum sínum í Henning Larsen Architects og tók í móti prestisjumiklu Mies van der Rohe heiðurslønini fyri Hørpu í Reykjavík. Hetta er ein heiðursløn sum í tign kann samberast við Nobelheiðurslønina og hevur hon tessvegna stóran týdning fyri Ósbjørn Jacobsen og fyri hansara fyritøku. Hann greiðir frá, at nógv var gjørt burtur úr heiðurslønarhandanini fríggjadagin: "Dagurin  byrjaði við tíðindafundi á morgni á sjálvum føðistaðinum hjá tí modernistiska arkitekturinum, sum er týska pavilliongin, ið Mies van der Rohe teknaði til heimsframsýningina í 1929 í Barcelona (mong meta hetta verk at verða eitt av teim týdningarmestu fyri modernistisku menningina í 20. øld - pavilliongin varð niðurtikin aftan á heimsframsýningina, men varð endurbygd í 80'inum og er opin fyri almenninginum.". Á middegi var sjálv handanin og har vóru ymisk almenn umboð til staðar, EU Kommiserurin, borgarstjórin í Barcelona, umboð fyri Mies van der Rohe grunnin og mong onnur, hetta gekk eisini fyri seg í pavilliongini. Seinnapartin var fernisering í sambandi við eina stóra framsýning um seinastu 25 árini við virðislønini á Museu Nacional d'Art de Catalunya. Framsýningin fer at ferðast runt í Europa komandi árið. Klokkan 17 var kjak millum vinnarar, dómarar, ummælarar og onnur, ið hava tikið lut seinastu 25 árini, við heitinum Breaking New Ground, har endamálið var at perspektiverað seinastu 25 árini í europæiskum arkitekturi og kanska koma við einum kvalificeraðum boði uppá hvar vit áttu at farið komandi árini.  -Tað var ómetaliga inspirerandi at hitta og samskifta við fólk úr elituni innan modernaðan arkitektur í vesturheiminum, heldur Ósbjørn Jacobsen: "Fyri okkum sum umboðaðu design-toymið var tað stuttligt at uppliva eina markering av hesum stóra heiðrinum, sum bara ein lítil brotpartur av okkara starvsfelagum sleppa at uppliva í lívinum". Vit ynskja Ósbirni Jacobsen og Henning Larsen architects hjartaliga til lukku enn einaferð við hesum ófatiliga stóra bragdinum. 





(KP)